21.05.2024

Starvslýsing: Námsfrøðingar og avloysarar til Dagstovnin/frítíðar -skúlan Kamb

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
  • Føstum avloysara, at starvast 25 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Sum fastur avloysari røkir tú fjølbroyttar uppgávur í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l. Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið, at megna broytingar við stuttum skotbrái.
  • Størvini eru til setan 5. august 2024, ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðislesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomnir at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um dagstovnin og frítíðarskúlin Kamb:

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum
  • Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
  • Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • Dámar væl at hava virksemi uttandura
  • Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • Sær møguleikar fram um forðingar

 Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin
  • Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga

Setanarviðurskifti:

Arbeiðstíðin er mánadag–fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir:

Søk starvið her (alfred.fo)

Umsóknarfreistin er sunnudagin 9. juni 2024.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Tanju Simonsen á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo