16.06.2023

Starvslýsing: námsfrøðingar/hjálparfólk til Kamb á Kambsdali.

15.06.23

Starvslýsing: námsfrøðingar/hjálparfólk til Kamb á Kambsdali.

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum/ hjálparfólkum til bæði 6-áragomlu og frítíðarskúlan, at arbeiða 30-35 tímar um vikuna. Ein partur av tímunum eru stuðulstímar til børn við serligum avbjóðingum. Harafturat søkja vit  avloysara í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l.
  • Størvini verða sett 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Um dagstovnin Kamb:

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Er ætlaður uml.65 børnum.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir uppundir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum, og hava vit fingið jaligar afturmeldingar um, hvussu gott hetta er fyri tey.

Vit sóknast eftir starvsfólki

  • Sum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum.
  • Sum er álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta sær mál.
  • Sum er jalig/ur og hevur hug og hegni at samstarva bæði við starvsfelagar, foreldur og børn.
  • Sum bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Sum sær møguleikar, ið náttúran hevur at bjóða og sum hevur hug og hegni at brúka hesar møguleikar í arbeiðinum.
  • Sum dámar væl at luttaka í uttandura virksemi.
  • Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • Sær møguleikar fram um forðingar.

Vit leggja dent á, at starvsfólkið:

  • Virðir tað einstaka barnið.
  • Møtir barninum, har tað er.
  • Eru áhuga at arbeiða við málmenning.
  • Eru týðilig og góð at samstarva.
  • Hevur hug og hegni at skapa karmar, har børn kunnu brúka teirra hugflog og skapandi evnir bæði innandura og úti í náttúruni.
  • Hevur hug og hegni at skapa álit, trivnað og tryggleika bæði fyri børn og foreldur.
  • Kemur við nýhugsan og ígongdsetan.
  • Má tola møguligar broytingar i starvsinnihaldinum.

Vit bjóða tær:

  • Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin.
  • Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga.
  • Sparring við aðrar námsfrøðingar.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini:

Vilt tú vita meira um stovnin og størvini,  kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi

Bjørghild Arnholdtsdóttir á tlf. 238092.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.foUmsóknarfreistin er hósdagin 29. juni 2023.