Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingum / hjálparfólkum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna. Harafturat søkja vit eftir fólki at avloysa í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l.
- Størvini verða sett 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
- Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
- Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum
- ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
- ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
- ið er eldhugað og konstruktivt
- ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- ið sær møguleikar fram um avmarkingar
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
- sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður
ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 5. juni 2023.