17.05.2023

Starvslýsing: námsfrøðingar/hjálparfólk til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum / hjálparfólkum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna. Harafturat søkja vit eftir fólki at avloysa í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l.
  • Størvini verða sett 7. august 2023 ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi, ið fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
  • ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um størvini:

Vilt tú vita meira um stovnin og størvini,  kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 5. juni 2023.

Starvslýsing sum PDF