16.12.2021

Starvslýsing : Málsviðgeri til teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum málsviðgera til teknisku deild at byrja 1. februar 2022 ella skjótast til ber eftir hetta tíðspunkt.

Fuglafjarðar kommuna er í stórari menning, og hetta merkist eisini á teknisku deild, sum hevur nógvar og fjølbroyttar uppgávur at loysa. Tí er neyðugt við einum starvsfólki afturat á teknisku deild, sum hevur áhuga og hegni til at loysa áhugaverdar og avbjóðandi uppgávur innan tekniska øki hjá kommununi.

Tekniska deild hevur um hendi byggi- og býartilrættislegging, byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, fríðkan, vatn, ljós, kloakkir og matrikuler viðurskifti við atliti at jørð, útstykkingum og grundstykkjum.

Starvsinnihald

Tær uppgávur, ið málsviðgerin kemur at arbeiða við í samstarvi við leiðara og starvsfólk á teknisku deild eru í høvuðsheitum hesar:

  • Byggimálsviðgerð.
  • Málsviðgerð á tekniska økinum í breiðum týdningi, eitt nú matrikulmál og grundstykkjalistan.
  • Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði.
  • Viðlíkahaldsætlanir yvir ognir hjá kommununi við atliti at orku og umhvørvið.
  • Tvørfakligt verkætlanararbeiði, eitt nú løggilding av vatnveitingini, spillivatnsætlanini og ferðslutrygdarætlan á havnalagnum; og í hesum sambandi gera
  • kostnaðarmetingar,
  • prosjektering og eftirlit og
  • útbjóðingar.

Førleikakrøv

Tað er ynskiligt, at málsviðgerin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:

  • Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving.
  • Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit, ArcGIS og tað kann verða ein fyrimunur at duga at brúka Microstation Connect.
  • Kunnleika til 360 journalskipan.
  • Royndir at arbeiða í einari kommunalari umsiting kann verða ein fyrimunur.
  • Góðar málførleikar í skrift og talu.
  • Dugir at arbeiða skipað, sjálvstøðugt og í toymi.

Týdningarmikið er, at málsviðgerin er opin og fyrikomandi í sínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.

Lønar- og setanarviðurskifti

Talan er um eitt fulltíðarstarv, har málsviðgerin hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093 ella Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, á telefon 238002.

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:
info@fuglafjordur.fo

 Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. januar 2022 kl. 12:00.

 Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.  

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir.  

Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.

Starvslýsing, sum PDF