Fuglafjarðar kommuna søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum málsviðgera til teknisku deild at byrja 1. september 2023 ella skjótast til ber.
Fuglafjarðar kommuna er í stórari menning, og hetta merkist eisini á teknisku deild, sum hevur nógvar og fjølbroyttar uppgávur at loysa. Tí er neyðugt við einum starvsfólki á teknisku deild, sum hevur áhuga og hegni til at loysa áhugaverdar og avbjóðandi uppgávur innan tekniska øki hjá kommununi.
Tekniska deild hevur um hendi byggi- og býarætlan, havnarøkir, byggimálsviðgerð, har umhvørvi og tilbúgving eisini eru ein natúrligur partur av arbeiðsøkinum. Harumframt hevur tekniska deild til uppgávu at umsita vegir, kloakkir, vatn, fríðkan, ljós, matrikkul viðurskiftir og útstykkingar.
Starvsinnihald
Tær uppgávur, ið málsviðgerin kemur at arbeiða við í tøttum samstarvið við tekniska leiðara og byggimálsviðgera á teknisku deild eru í høvuðsheitum hesar:
- Byggimálsviðgerð og havnaútbyggingar.
- Matrikkulmál
- Uppmátingar-, kortleggingar- og skrásetingararbeiði.
- Viðlíkahaldsætlanir.
- Tvørfakligt verkætlanararbeiði í samband við
- prosjektering
- eftirlit
- útbjóðingar.
Førleikakrøv
Ynskiligt er at umsøkjari lýkur niðanfyri nevndu krøv:
- Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi tekniska útbúgving.
- Dugir at brúka viðkomandi teknisk forrit, eitt nú AutoCad/Revit og ArcGIS
- Góðar málsligar førleikar í skrift og talu.
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Kunnleika til 360 journalskipan kann verða ein fyrimunur
Týdningarmikið er, at málsviðgerin er opin og fyrikomandi í sínari atferð, og hevur góð evni at samstarva við ymiskar áhugapartar, eitt nú borgarar, kommunustýrislimir, vinnulív og almennar myndugleikar.
Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har málsviðgerin hevur tilvísing til tekniska leiðara. Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við KAF og avvarðandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til tekniska leiðara, Lillian Jacobsen, á telefon 238005 ella Jóanis Erik Køtlum, kommunustjóra, á telefon 238002.
Umsóknin skal sendast til
Skrivlig umsókn, saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, møguligum viðmælum og fylgiskjølum skal sendast til: HER
ella í afturlatnum brævbjálva til:
Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. mai 2023 kl. 12:00.
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 15 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir.
Tekniska deild er skipað við vegadeild, gartnaradeild, húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn.