27.06.2023

Starvslýsing : Leiðari til ungdómstilboðið

Vit leita eftir einum eldhugaðum leiðara sum ynskir at standa á odda fyri ungdómstilboðnum hjá Fuglafjarðar Kommunu.

Visjónin hjá Fuglafjarðar býráð er, at bæði yngri og eldri borgarar í kommununi skulu hava bestu og tryggastu umstøður at trívast og mennast. Tilboðini til tey ungu er ein natúrligur partur av hesari visjón.

Um starvið

Ungdómshúsið læt upp í mars í ár. Tú skalt vera við til at mynda tilboðið umframt at tú skal skipa og stjørna dagliga virkseminum. Hettar fevnir m.a. um at skapa tryggleika, har virðing og umsorgan fyri tí einstaka hevur høga raðfesting. Tú skalt, saman við teimum ungu, skipa fyri mennandi virksemi og tiltøkum.

Tað hevur stóran týdning, at Ungdómshúsið ikki verður ein kappingarneyti til øll hini ungdómstilboðini sum eru í kommununi. Samstundis ynskja vit, at viftan av tilboðum í kommununi verður so breið, at øll ung kunnu rúmast, trívast og mennast. Fyri at skapa hettar síggja vit fyri okkum, at tað er neyðugt við einum samstarvið við útbúgvingarstovnar, vinnufyritøkur og aðrar myndugleikar so sum SSP, barnavernd v.m.

Førleikar og royndir

Tað verða ikki sett krøv til ávísa útbúgving fyri at fáa starvið, men tað eru útbúgvingar sum kunnu vera meira viðkomandi fyri starvið enn aðrar. Dentur verður lagdur á tín áhuga, eldhuga og hugburð.

Vit leita eftir einum skapandi, vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi leiðara. Tað er umráðandi, at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við tey ungu og at tú samstundis hevur ein natúrligan myndugleika. Tað er avgerandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.

Setanartreytir og løn

Starvið kann verða uppá 30 ella 40 tímar um vikuna. 20 tímar skulu brúkast til at samstarva um menning av ungdómstilboðnum. Hin partin av arbeiðstíðini skal brúkast í ungdómshúsinum. Her er í høvuðsheitum talan um kvøld- og vikuskiftisarbeiði

Lønin verður eftir avtalu og við støði í viðkomandi sáttmála.

Sambært §2 í barnaverndarlógini, hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til a fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara, á telefon 238013 ella umvegis teldupost jonhild@fuglafjordur.fo

Umsókn:

Umsóknir til starvið skulu sendast umvegis hesa leinkju: Leiðari til Ungdómstilboðið | Fuglafjarðar kommuna (alfred.fo)

Freistin at søkja starvið

Umsóknin skal vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 11. Juli 2023. Væntandi verða setanarsamrøður í somu viku.