Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum húsavørði til Fuglafjarðar skúla og aðrar bygningar hjá kommununi at byrja 1. mars 2022. Talan er um at verða húsavørður í nýggja barnaskúlanum, framhaldsdeildina og partvíst øðrum bygningum hjá kommuni.
Nýggi skúlin verður meir enn ein vanligur skúli, og verður opin frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi; talan verður um ein mentanardepil, ið eisini fer at rúma musikkskúla, kvøldskúla, tónlist, leiki, felagshøll o.a. ÍF-húsið verður brúkt til ítróttar- og felagsvirksemi.
Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði, at halda okkara snotiligu bygningar og útbúna í góðum standi, og at syrgja fyri, at tekniskar skipanir virka.
Starvsinnihald
Fuglafjarðar skúli, ítróttarhúsið og eldrasambýlið hava, og koma at hava, nýmótans skipanir so sum ABA-skipan, CTS-stýring til hita og ventilatión, kalli-, ljóð- og hátalaraanlegg og Ascom-alarmkalliskipan. Hesum kemur húsavørðurin at hava ábyrgdina av, og viðkomandi verður partur av húsavarðartoymi skúlans.
Harumframt kemur húsavørðurin, at hava ábyrgdina av vanligari røkt og viðlíkahald av nevndu bygningum.
Húsavørðurin kemur at starvast á einum øki, sum broytist og mennist skjótt tøkniliga, og týdningarmikið er tí at viðkomandi fylgir við hesum broytingum.
Nógv fólk í øllum aldri hava sína dagligu gongd í Fuglafjarðar skúla, og er tað tí ein treyt, at húsavørðurin er fyrikomandi, tænastusinnaður og væl skipaður.
Virksemið verður frá tíðliga á morgni til seint á kvøldið, og verða arbeiðstíðirnar tilrættislagdar eftir tørvi. Roknast má tí við úrtíðararbeiði av og á.
Húsavørðurin skal tó eisini vera fúsur at hjálpa til á øðrum stovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, eitt nú í sambandi við fyriskipan av størri tiltøkum.
Førleikakrøv
Tað er ynskiligt, at húsavørðurin lýkur flestu av niðanfyri nevndu krøvum til starvið:
- Handverkaraútbúgving
- Góðan tekniskan sans
- Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og fyrikomandi
- Góð samstarvsevni
- Tað kann verða ein fyrimunur, at hava starvsroyndir í ravmagns- og KT stýringum
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har húsavørðurin hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pól Adrian Poulsen, tekniska leiðara, á telefon 238093 ella Ann Fuglø, byggifrøðing, á telefon 238012.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við prógvum, CV, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:
Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 25. januar 2022 kl. 12:00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Hjá kommununi arbeiða umleið
120 starvsfólk, harav 12 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari tekniskari deild, mentanardeild, sosialu deild og fíggjardeild. Deildirnar vísa bygnaðarliga til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran, sum hevur tilvísing til býráðið, ið telur 9 limir.
Tekniska deild er skipað við einari vega- og gartnaradeild. Húsavørðar, sløkkiliðið og Fuglafjarðar havn hoyra bygnaðarliga eisini til teknisku deild.