Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?
Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við ”Betri vinir” og motoriskari sansastimbran?
Vit sóknast eftir føstum avloysara, ið vil vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskjur at starvast í einum umhvørvi, har ein kann vera við til at mynda og seta sín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.
Stropin byrjaði sítt virksemi í septembur 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.
Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.
Á stovninum arbeiða vit m.a. við ”Betri vinir”, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.
Søkt verður eftir:
- Føstum avloysara, iðkannarbeiðasjálvstøðugt, er ja-ligur, er ígongdsetandi, dugir at samstarva, taka ábyrgd, ogdugir at seta særmál,einsog at skapaeinspennandiogfjølbroyttangerandisdag, harbarnið er í miðdeplinum.
- Føstum avloysara, at starvast 35 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast. Starvið er ætlað námsfrøðingi, og verður sett skjótast gjørligt. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Uppgávan hjá fasta avloysaranum er, at røkja fjølbroyttar arbeiðsuppgávur og kemur viðkomandi at starvast í ávíkavist vøggu-, miðlinga- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru hjá starvsfólkum vegna feriu, sjúku og annað líknandi. Leiðslan leggur arbeiðsætlanina til rættis. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið.
Setanarviðurskifti:
Starvið, ætlað námsfrøðingi, verður sett skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Eftir áheitan frá leiðsluni kann fundarvirksemi eftir arbeiðstíð koma fyri.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn:
Umsóknarfreistin er mikudagin 3. apríl 2024
Søk starvið her: https://alfred.fo/starv/fastur-avloysari-til-stropan-a-kambsdali-2
Meira fæst at vita um starvið og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo.
Starvslýsing sum PDF