21.03.2024

Starvslýsing: fastur avloysari til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Føstum avloysara, at starvast 35 tímar um vikuna. Tó kann tímatalið tillagast
  • Starvið er ætlað námsfrøðingi, og verður sett skjótast gjørligt. Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv
  • Okkara fasti avloysari røkir fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og kemur at starvast í bæði vøggu- og barnagarðsstovunum í samband við fráveru vegna feriu, sjúku o.l.
  • Leiðslan leggur arbeiðsætlan. Tó er týdningarmikið at megna broytingar við stuttum skotbráið

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 10 mánaðir -6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
  • ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan

Setanarviðurskiftir:

Arbeiðstíðin er mánadag-fríggjadag millum kl. 7.15-17.00. Eftir áheitan frá leiðsluni kann fundarvirksemi eftir arbeiðstíð koma fyri.

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið:

Vilt tú vita meira um stovnin og starvið,  kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mikudagin 3. apríl 2023 kl. 12.00.