27.02.2024

Starvslýsing: Dagstovnin/frítíðar -skúlan Kamb

Søkt verður eftir:

  • Tveimum námsfrøðingum á 35 tímar, at byrja ávikavist 18. mars og 15. apríl 2024
  • Avloysara, ið kann byrja beinanvegin. Arbeiða skiftandi vaktir og møta við stuttari fráboðan

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.

Um dagstovnin Kamb:

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum
  • Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
  • Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
  • Dámar væl at hava virksemi uttandura
  • Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • Sær møguleikar fram um forðingar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin
  • Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga

Setanarviðurskifti:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknir:

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í Støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.foUmsóknarfreistin er mikudagin 13.mars 2024.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær
Vilt tú vita meira um stovnin og starvið, kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi
Bjørghild Arnholdtsdóttir á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo