Søkt verður eftir:
- Tveimum námsfrøðingum á 35 tímar, at byrja ávikavist 18. mars og 15. apríl 2024
- Avloysara, ið kann byrja beinanvegin. Arbeiða skiftandi vaktir og møta við stuttari fráboðan
Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.
Um dagstovnin Kamb:
Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.
Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.
Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.
Vit ynskja at umsøkjarin:
- Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
- Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum
- Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir
- Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið
- Dámar væl at hava virksemi uttandura
- Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- Sær møguleikar fram um forðingar
Vit bjóða:
- Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin
- Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga
Setanarviðurskifti:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsóknir:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:
Fuglafjarðar Kommunu
Í Støð 5,
530 Fuglafjørður
ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mikudagin 13.mars 2024.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær
Vilt tú vita meira um stovnin og starvið, kanst tú seta teg í samband við leiðaran á Kambi
Bjørghild Arnholdtsdóttir á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo