15.09.2021

Starvslýsing Avloysari innan reingerð

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum føstum avloysara innan reingerð, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um avloysarastarv við skiftandi arbeiðstíðum, har viðkomandi kann vera tøk/ur og koma til arbeiðis við stuttum skotbráið.

Um starvið

Starvið inniber, at avloysa í sambandi við reingerð í øllum kommunalum bygningum, har tørvur er á tí við serligum atliti at reingerð í teimum trimum dagstovnunum og skúlanum.

Førleikakrøv

Vit vænta, at viðkomandi:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp.
  • Er álítandi og ágrýtin.
  • Hevur góð samstarvsevni og er hjálpsom/samur.
  • Royndir við reingerðararbeiði kann verða ein fyrimunur.

Setanar- og lønarviðurskifti

Talan er um avloysarastarv, har tað ikki er ásett eitt fast tímatal um vikuna, men har avloysarin er tryggjað/ur løn fyri í minsta lagi 10 tímar um vikuna.

Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Fleiri upplýsingar um starvið

Eru spurningar viðvíkjandi starvinum, so er tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini, á tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo. 

Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til: info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. september 2021 kl. 12:00.

Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1600 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, í Støð 5 og Karvatoftir 6.  
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.
Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og út- og umbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.