25.05.2023

Starvslýsing: Avloysarar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0 til 6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugin og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

 Vit sóknast eftir:

Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni.

Avloysarum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Stropin
Børkugøta 1, Kambsdalur
Fo-530 Fuglafjørður
ella stropin@fuglafjordur.fo

Nærri upplýsingar um starv kunnu fáast við at venda til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo