24.08.2020

Starvslýsing – Umsóknarfreistin longd

Handverkarar/arbeiðsfólk til Fuglafjarðar kommunu

Talan er um trý tímalønt størv til vegadeildina hjá Fuglafjarðar kommunu. Á deildini starvast átta fólk. Í starvinum kemur tú at arbeiða í toymum við vegakervinum, vatnverkum, vatnveiting, kloakkering og vetrarhaldi.

Deildin hoyrir undir teknisku deild, men arbeiðir í tøttum samstarvið við aðrar deldi, so sum gartnaradeildni og mentunardeildini v.m.

Arbeiðsøkið hjá deildini er rakstur, viðlíkahald og gerð av smærri verkætlanum.

Uppgávurnar á deilnini eru at

  • Halda vegakervið viðlíka
  • Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
  • Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
  • Skráseting
  • Graving í sambandi við jarðarferðir
  • Kavagrevstur
  • Salting

Útbúgving og royndir

  • Vit søkja eftir handverkarum/arbeiðsfólkum
  • Koyrikort er eitt krav
  • Tað er ein fyrimunur at duga at koyra maskinur
  • Viðkomandi royndir frá líknandi arbeiði

Fuglafjarðar kommuna miðar ímóti at veita víðskygdar tænastur, og strembar eftir at veita bestu umstøður til menning og framburð saman við borgarum, vinnulívi o.ø.

Í okkara daliga arbeiði verður dentur lagdur á at menna trivnaðin við sterkum felagsskapi og veita fleiri og betri tænastur til øll okkara viðskiftafólk.

Hevur starvið tín áhuga, so er at senda umsókn, saman við CV, til niðanfyri standandi teldupostadressu.

Senanarviðurskifti

Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Umsókn

Umsókn saman við CV og øðrum viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. september 2020 klokkan 12.00.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til info@fuglafjordur.foog merkjast ”Handverkarar/arbeiðsfólk til Fuglafjarðar kommunu”.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Pól Adrian Poulsen, tekniskan leiðara, á telefon 238093 ella 668000.