Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir starvsfólkum til reingerðartoymið at byrja í januar 2020.
Talan er um reingerð á 28 tímar í skúlanum og 10 tímar á dagstovninum Barnalund.
Reingerðin í skúlanum er seinnapartar og á dagstovninum eftir kl 17.00.
Umsøkjarar hava møguleika fyri at søkja bæði størvini.
Vit leggja dent á, at tú ert :
- Álítandi og ágrýtin
- Hevur góð samstarvsevni og ert hjálpsom/samur
- Ert blíð/ur og fyrikomandi
Tað er ein fyrimunur, at viðkomandi sum søkir starvið hevur arbeiðsroyndir innan reingerð, men hettar er ikki eitt krav.
Setanarviðurskifti:
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Skrivlig umsókn saman við møguligum prógvi og viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: fríggjadagin 27. december 2019 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Fuglafjarðar kommunu
Ennivegur 38
530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lindu á Horni á telefon 238094 ella linda@fuglafjordur.fo