16.06.2021

Starvsfólk til Mentanarhúsið

Mentanarhúsið í Fuglafirði søkir eftir starvsfólki, at byrja skjótast gjørligt. Talan er um eitt áhugavert og avbjóðandi starv, við skiftandi uppgávum í livandi og spennandi umhvørvinum í Mentanarhúsinum.

Mentanarhúsið er karmur um alskyns mentanarligt virksemi, alt frá konsertum við m.ø. altjóða tónleikanøvnum, sangleikir, sjónleikir, hugnaløtur og veitslur.

Starvsfólkið í Mentanarhúsinum hevur ábyrgdina av at skipa dagliga arbeiðið, frá handaligum arbeiði til at fyrireika tiltøk, miðla tiltøk og veita eina góða tænastu til bæði mentanarfólk og vitjandi.

Mentanarhúsið miðar áhaldandi ímóti at vera ein virkin og týdningarmikil viðleikari á føroyska mentanarpallinum.

Vit bjóða

  • Eitt mentanarligt umhvørvi.
  • Ein gerandisdag við støðugt skiftandi og fjølbroyttum uppgávum.
  • Møguleika saman við leiðaranum at mynda mentanarliga kalendarin.
  • Møguleika at mynda egið arbeiðið.

Vit vænta at tú

  • Hevur áhuga fyri mentan
  • Ert fyrikomandi, og dámar væl at arbeiða saman við fólki.
  • Hevur gott tøkniligt handalag.
  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Megnar at skipa arbeiðið og ert húslig/ur og nærløgd/lagdur.
  • Ert tænastusinnað/ur.

Tað hevur týdning í starvinum, at tú megnar at hava nógvar bóltar í luftini ísenn; og tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við at fyrireika mentanartiltøk áður. Tað kann eisini verða ein fyrimunur, at tú hevur áhuga og/ella royndir at arbeiða við ljóð- og ljósútgerð
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og fevna eisini um kvøld og vikuskifti.

Lønar og setanarviðurskifti
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og avvarðandi yrkisfelag.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin saman við CV og møguligum fylgiskjølum, skal sendast antin við vanligum posti til Fuglafjarðar kommunu, Í Støð 5, 530 Fuglafjørður ella talgilt á info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi fríggjadagin tann 9. juli 2021 kl. 12:00.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við antin Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum, á tlf. 238070 ella til Rønn Eliasen, mentanarleiðara, á telefon 238014.

Um Mentanarhúsið
Mentanarhúsið er pallsett mitt í Fuglafirði, sum av nátturnar hánd er formað, sum eitt Amfiteatur. Høgu fjøllini fjálga um og skapa lívd og upp eftir brøttu fjallasíðunum livir fólkið og lítur út yvir pallin og út á fjørðin.

Fjálga húsið andar av mentan og list, og síðani húsið varð tikið í nýtslu í 2002, hevur tað verið karmur um eina ørgrynnu av mentanarligum tiltøkum, skeiðum, rástevnum og øðrum savnandi tiltøkum.

Húsið rúmar um 600 fólkum, og hevur aller hentleikar frá ljós- og ljóðútgerð til egnan góðkendan køk.

Mentanarhúsið er ein virkin leikari á føroyska mentanarpallinum.