30.06.2020

Starvsfólk til dagstovnin “Kambur”, at byrja 10. august 2020.

Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn.

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið hava dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini.

Vit vænta at tú:

  • ert álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál
  • í arbeiðinum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum
  • ert jalig/ur
  • góð samstarvsevnir, bæði við starvsfelagar og foreldur
  • at tú sært møguleikar, sum náttúran bjóðar og brúkar teir í dagliga arbeiðinum
  • dámar væl at vera úti/uttandura virksemi

Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.

Talan er um:

  • 1 starv á 40 tímar ætlað námsfrøðingi.
  • 2 størv á 35 tímar ætlað námsfrøðingum.

Setanarviðurskifti

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 – 17.00.

Um eingin námsfrøðingur søkir verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 15 juli 2020 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðari, telefon 238092

PDF