Starv sum havnaumsjónarmaður við Fuglafjarðar havn verður hervið lýst leys til setan tann 01. juli 2021 ella so skjótt sum til ber eftir hetta.
Førleikakrøv:
- Útbúgving og vinnubræv sum skipsførari.
- Góðar førleikar í føroyskum og enskum máli bæði í skrift og talu.
- Hava teldukunnleika á brúkarastøði.
- Góð samskiftis- og samstarvsevni.
- Tað kann verða ein fyrimunur, at hava royndir innan sjóvinnu.
Væntað verður eisini, at tú á jøvnum føti við starvsliðið á havnavaktini kann røkja loðstænastu av skipum, ið koma til og frá Fuglafirði, Eiði og Norðskála.
Vit bjóða tær:
eitt spennandi starv, har tú eisini saman við leiðsluni fær møguleikar fyri at menna havnina.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Skipara- & Navigatørfelag fyri havnaumsjónarmenn, somuleiðis sum skrivligur sáttmáli verður gjørdur partanna millum um arbeiðstreytir v.m.
Fyrstu tríggir mánaðirnir verða at rokna sum royndartíð.
Hevur tú áhuga í starvinum
so ert tú vælkomin at senda skrivliga umsókn saman við prógvum, CV, revsiváttan og møguligum viðmælum til Fuglafjarðar kommunu á teldupost-bústaðin info@fuglafjordur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 21. mai kl. 16:00.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella eisini onga at taka.
Fleiri upplýsningar
um starvið fáast við at venda sær til Rólant Højsted, havnastjóra á telefon 238050.