14.10.2024

Spreinging í goymslutunlunum náttina til sunnudagin 13. oktober 2024

Fuglafjarðar kommuna hevur frá borgarum fingið upplýst, at sprongt varð í goymslutunlunum náttina til sunnudagin 13. oktober 2024.

Avtalan við byggiharrarnar(Havsbrún og Bergfrost) og arbeiðstakaran(Articon) er at tað í vikuskiftinum bert má spreingjast leygardagar ímillum kl. 09.00 og kl. 19.00.

Sambært fyribils frágreiðing frá Articon, so varð sprongt av trygdarávum, tí tilfarið løtt varð við bleiv “yvirgassað” undir løðingini. Hetta er nakað ógvuliga sjáldan kemur fyri. Talan er um trygdina hjá teimum, sum arbeiða inni í tunlunum og ikki hjá grannum ella fólki uttanfyri tunlarnar.

Fuglafjarðar kommuna harmast um ampan borgararnir í Fuglafirði hava haft av hendingini og kann samstundis staðfesta, at hetta ikki skyldast tí at arbeiðstakarin á henda hátt framskundar verkætlanina ella ikki kennist avtaluna um tíðarbilið spreingjast kann.

Fuglafjarðar kommuna