23.02.2017

Spakin verður settur í

Mikudagin 1. mars 2017 kl. 13.00 verður spakin settur í, í samband við byggjan av nýggjum barnaskúla undir heitinum: Meira enn ein skúli.

Skúlin verður bygdur á økinum við verandi skúla og skipar Fuglafjarðar kommuna fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.

Skráin

  • Sonni á Horni, borgarstjóri bjóðar vælkomin og setir spakan í saman við 1.floks næmingum
  • Bjóðað verður inn í fimleikarhøllina í Fuglafjarðar skúla, har okkurt gott verður at fáa til góman
  • Ólavur Thomsen, skúlastjóri, flytir fram røðu.
  • Næmingaumboð flytir fram røðu
  • Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen fyri MAP arkitektar greiða frá verkætlanini

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk til hesa hátíðarløtu.

Nýggi barnaskúlin verður liðugur á sumri 2020.  Við nýggja barnaskúlanum fær Fuglafjarðar kommuna, meira enn ein skúla, ein nýtíðar skúla, har vitan og mentan birta undir forvitni og langtan eftir lærdómi.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til 101 milliónir krónur.