13.09.2018

Sosialráðgeva til Barnaverndartænastuna í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu

Talan er um eitt fulltíðarstarv á 39 tímar um vikuna. Starvið er leyst at seta frá 1. januar 2019 ella skjótast gjørligt eftir ásettu dagseting. Um tú ert tann rætti persónurin, bíða vit gjarna eftir tær.

Tú skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra viðkomandi útbúgving.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv, á einum góðum arbeiðsplássi, við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðføra familjum, børnum og ungum við avbjóðingum.

Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.

Tú skalt tískil kunna luttaka virkin á tvørfakligum fundum v.m.

Vit vænta at tú:

  • ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert jalig/ur av lyndi og dugir at síggja loysnir fram um forðingar.
  • hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul
  • ert tolin og rúmlig/ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/ur í verki
  • hevur eina jaliga menniskjafatan
  • dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/um
  • ert sálarliga væl fyri
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu

Løn:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
viðkomandi fakfelag.

Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 22. november 2018. Eisini ber til at senda umsókn v.m. á teldupost: ingi@fuglafjordur.fo

Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56

Seturnarsamrøður verða í viku 48.

Lýsing eftir sosialráðgeva