Fuglafjarðar kommuna søkir eftir sosialdeildarleiðara at byrja skjótast gjørligt, í seinasta lagi 1. oktober 2021.
Talan er um eitt áhugavert og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja.
Týdningarmikið er, at sosialdeildarleiðarin dugir, og hevur áhuga í at arbeiða bæði ítøkiliga við málsviðgerð, og vanligum leiðsluuppgávum, umframt til tíðir kann lyfta seg upp, og arbeiða við politikkmenning, fyriskipan av evnisdøgum, ráðstevnum, fyribyrgjandi- og trivnaðarátøkum innan sosiala- og almannaøkið.
Sosialdeildarleiðarin, sum bygnaðarliga vísir til kommunustjóran, hevur ábyrgdina av sosiala- og almannaøkinum og inngongur sum ein natúrligur partur av umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu við serligum denti á samstarvinum við dagstovnaleiðarar, leiðaran á barnaverndartænastuni, leiðaran í eldrasamstarvinum Nánd, barnatannrøktaran, tannlæknan, kommunulæknan, skúlasjúkrarøktarfrøðingin, smábarnaheilsufrøðingin og leiðsluna í dagtilhaldinum.
Starvsinnihald
- Kveikja og samskipa sosiala- og almannaøkið í Fuglafjarðar kommunu, og harvið tryggja, at kommunan hevur sum mál at vera í fremstu røð innan útboð av fjøltáttaðum tilboðum innan økið.
- Orða tey sosial- og almannapolitisku stevnumiðini og virðini hjá Fuglafjarðar kommunu í tøttum samstarvi við sosialu nevnd hjá býráðnum.
- Yvirskipaðu leiðsluábyrgdina av dagstovnunum Stropanum og Kambi á Kambsdali, og Barnalund í Fuglafirði.
- Bindilið kommununar til virksemið og myndugleikar innan sosiala- og almannaøkið, herímillum barnaverndartænastu, tannrøktara og tannlækna, kommunulækna, heilsusjúkrarøktarfrøðing, eldrasamstarvið Nánd, dagtilhaldið Lonina, Heilsutygd og Almannaverkið.
- Umsita viðurskifti viðvíkjandi tilboðum til børn og ung, eitt nú verkætlanina “ung í arbeiði”, og eitt møguligt komandi ungdómshús.
- Umsita bíðilistan til dagstovnapláss í Fuglafjarðar kommunu, og í hesum sambandi samskipa ansingarplássini í samráð við dagstovnaleiðararnar.
- Viðgera innkomnar umsóknir um frípláss.
- Gera og fylgja fíggjarætlan fyri økini 2 og 3 í samstarvi við ábyrgdar- og leiðslufólk á sosiala- og almannaøkinum og sosialu nevnd hjá býráðnum.
- Tryggja, at góðar fyrisitingarligar mannagongdir verða fylgdar við brúk av journalskipan og fundarmoduli, og at politiskar avgerðir í sosialu nevnd, og mál í umsitingini verða fylgd upp rættstundis.
- Er limur og í nøkrum førum skrivari í bygginevndum innan sosiala- og almannaøki.
- Er skrivari í sosialu nevnd hjá býráðnum.
Faklig førleikakrøv
- Viðkomandi miðallanga ella hægri útbúgving.
- Útbúgving og/ella arbeiðsroyndir innan sosiala og/ella almannaøkið.
- Leiðsluútbúgving og/ella leiðsluroyndir.
- Royndir við at arbeiða í einari kommunalari umsiting kann verða ein fyrimunur.
- Hevur hollan telduførleika.
- Ein fyrimunur er, at hava góðan førleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.
Persónlig førleikakrøv
- Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni; í hesum sambandi dugir væl at lurta og seta seg inn í ymiskar støður.
- Hevur ein mennandi leiðslustíl – sær møguleikar heldur enn forðingar.
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
- Er skipað/ur í starvinum, og er góð/ur til at halda tíðarfreistir.
- Er í sínari atferð í starvinum fyrikomandi, opin og álítandi.
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag við møguleika fyri viðbót.
Starvið sum sosialdeildarleiðari er normerað til fulla tíð. Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum gerandisdagar kl. 08:00-16:00, men arbeiðið uttan fyri vanliga arbeiðstíð kemur fyri.
Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til antin Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, á telefon 238002, ella Dávur Juul, borgarstjóra, á telefon: 238077.
Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:
Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður
ella við telduposti til:
Freistin at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 11. august 2021 kl. 12:00.
Um Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1590 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, Í Støð 5 og Karvatoftir 6.
Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.
Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.