14.07.2021

Sosialdeildarleiðari til Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna søkir eftir sosialdeildarleiðara at byrja skjótast gjørligt, í seinasta lagi 1. oktober 2021.

Talan er um eitt áhugavert og avbjóðandi starv, sum er leyst at søkja.

Týdningarmikið er, at sosialdeildarleiðarin dugir, og hevur áhuga í at arbeiða bæði ítøkiliga við málsviðgerð, og vanligum leiðsluuppgávum, umframt til tíðir kann lyfta seg upp, og arbeiða við politikkmenning, fyriskipan av evnisdøgum, ráðstevnum, fyribyrgjandi- og trivnaðarátøkum innan sosiala- og almannaøkið.

Sosialdeildarleiðarin, sum bygnaðarliga vísir til kommunustjóran, hevur ábyrgdina av sosiala- og almannaøkinum og inngongur sum ein natúrligur partur av umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu við serligum denti á samstarvinum við dagstovnaleiðarar, leiðaran á barnaverndartænastuni, leiðaran í eldrasamstarvinum Nánd, barnatannrøktaran, tannlæknan, kommunulæknan, skúlasjúkrarøktarfrøðingin, smábarnaheilsufrøðingin og leiðsluna í dagtilhaldinum.

Starvsinnihald

  • Kveikja og samskipa sosiala- og almannaøkið í Fuglafjarðar kommunu, og harvið tryggja, at kommunan hevur sum mál at vera í fremstu røð innan útboð av fjøltáttaðum tilboðum innan økið.
  • Orða tey sosial- og almannapolitisku stevnumiðini og virðini hjá Fuglafjarðar kommunu í tøttum samstarvi við sosialu nevnd hjá býráðnum.
  • Yvirskipaðu leiðsluábyrgdina av dagstovnunum Stropanum og Kambi á Kambsdali, og Barnalund í Fuglafirði.
  • Bindilið kommununar til virksemið og myndugleikar innan sosiala- og almannaøkið, herímillum barnaverndartænastu, tannrøktara og tannlækna, kommunulækna, heilsusjúkrarøktarfrøðing, eldrasamstarvið Nánd, dagtilhaldið Lonina, Heilsutygd og Almannaverkið.
  • Umsita viðurskifti viðvíkjandi tilboðum til børn og ung, eitt nú verkætlanina “ung í arbeiði”, og eitt møguligt komandi ungdómshús.
  • Umsita bíðilistan til dagstovnapláss í Fuglafjarðar kommunu, og í hesum sambandi samskipa ansingarplássini í samráð við dagstovnaleiðararnar.
  • Viðgera innkomnar umsóknir um frípláss.
  • Gera og fylgja fíggjarætlan fyri økini 2 og 3 í samstarvi við ábyrgdar- og leiðslufólk á sosiala- og almannaøkinum og sosialu nevnd hjá býráðnum.
  • Tryggja, at góðar fyrisitingarligar mannagongdir verða fylgdar við brúk av journalskipan og fundarmoduli, og at politiskar avgerðir í sosialu nevnd, og mál í umsitingini verða fylgd upp rættstundis.
  • Er limur og í nøkrum førum skrivari í bygginevndum innan sosiala- og almannaøki.
  • Er skrivari í sosialu nevnd hjá býráðnum.

Faklig førleikakrøv

  • Viðkomandi miðallanga ella hægri útbúgving.
  • Útbúgving og/ella arbeiðsroyndir innan sosiala og/ella almannaøkið.
  • Leiðsluútbúgving og/ella leiðsluroyndir.
  • Royndir við at arbeiða í einari kommunalari umsiting kann verða ein fyrimunur.
  • Hevur hollan telduførleika.
  • Ein fyrimunur er, at hava góðan førleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Persónlig førleikakrøv

  • Hevur góð samstarvs- og samskiftisevni; í hesum sambandi dugir væl at lurta og seta seg inn í ymiskar støður.
  • Hevur ein mennandi leiðslustíl – sær møguleikar heldur enn forðingar.
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum.
  • Er skipað/ur í starvinum, og er góð/ur til at halda tíðarfreistir.
  • Er í sínari atferð í starvinum fyrikomandi, opin og álítandi.

Lønar- og setanarviðurskifti

Lønin er sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag við møguleika fyri viðbót.

Starvið sum sosialdeildarleiðari er normerað til fulla tíð. Arbeiðstíðin er í høvuðsheitum gerandisdagar kl. 08:00-16:00, men arbeiðið uttan fyri vanliga arbeiðstíð kemur fyri.

Fleiri upplýsingar um starvið

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til antin Henrik Weihe Joensen, kommunustjóra, á telefon 238002, ella Dávur Juul, borgarstjóra, á telefon: 238077.

 Umsóknin skal sendast til

Skrivliga umsóknin, saman við CV, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
í Støð 5
530 Fuglafjørður

ella við telduposti til:

info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin tann 11. august 2021 kl. 12:00.

 Um Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar kommuna er ein virkisfús og fjølbroytt kommuna við umleið 1590 íbúgvum. Kommunan fevnir um Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í kommununi arbeiða umleið 120 starvsfólk, harav 11 í umsitingini, sum heldur til á tveimum bústøðum, Í Støð 5 og Karvatoftir 6.

Umsitingin er skipað við leiðarum í ávíkavist einari sosialu deild, mentanardeild, teknisku deild og fíggjardeild, sum bygnaðarliga vísa til kommunustjóran, ið hevur tilvísing til borgarstjóran.

Kommunan hevur gjørt stórar íløgur, sum verða lidnar í ár; tað eru íløgur í nýggjan barnaskúla, ítróttarhús og útbygging av eldrasambýlinum Vesturstovu.

Starvslýsing. sum PDF