Søkt verður eftir:
- Einum námsfrøðingi at byrja 1. oktober 2020 ella eftir nærri avtalu. Talan er um starv á 35/40 tímar um vikuna.
- Harafturat er varaleiðarastarv tøkt at søkja. Vit vænta at varaleiðarin:
- hevur hug og árræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
- kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
- við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur árræði at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerðandisdag
- Tað er ein treyt at varleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur og eisini røkir námsfrøðiligt arbeiðið á eini stovu
Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum.
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
- ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
- ið er eldhuga og konstruktivt.
- ið sær møguleikar fram um mørk.
Vit kunnu bjóða tær:
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
- sernámsfrøðiliga ráðgeving.
Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Arbeiðstíðin er skiftandi mánadag til fríggjadag millum kl. 7.15 og 17.00 umframt starvsfólkafundir og foreldraviðtalur, sum eru eftir vanliga arbeiðstíð. Um námsfrøðingur ikki søkir starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett.
Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund Hannu I. Hansen á tlf. 238030.
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 21. september 2020 kl. 12.00.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38,
530 Fuglafjørður
info@fuglafjordur.fo