24.03.2021

Sløkk ljósið og birt vón, saman ella hvør sær

Earth Hour leygardagin 27. mars kl. 20.30

Eins og undanfarin ár, skipar Fuglafjarðar kommuna fyri Earth Hour leygardagin 27. mars kl. 20.30, sum WWF leggur upp til verður gjørt um allan heim. Sum vant verða gøtuljós sløkt, eins og ljósini á havnalagnum og á vøllinum, í ein tíma frá kl. 20.30 - 21.30.

Í ár sleppa vit aftur at vera saman, eisini í kirkjuni, og tað gleðast vit sjálvsagt um. Tí verður ársins Earth Hour tiltak í Fuglafjarðar kirkju kl. 20.30, har Heðin Kambsdal spælir frítt á fantastiska orgulið í kirkjuni, meðan bara kertuljós lýsa kirkjuna upp. Hendan løtan varðar í kanska 1/2 tíma.

Í ár er 'Føroyar móti krabba' sama dag sum altjóða átakið Earth Hour. Vit vilja fegin vera við til at stuðla hesum átakinum eisini, so ein bússa stendur frammi í kirkjuni, so fólk kunnu lata 'streymleysan' stuðul til Krabbameinsfelagið. Sostatt ber til at sløkkja sjónvarpið eina løtu, koma oman í kirkjuna og lata tankarnar sveima saman við Heðinsa tónum.

Earth Hour er eitt átak móti ovurnýtslu í okkara tíð, við fokus á umhvørvis-trupulleikarnar, veðurlagsbroytingarnar, og hart trýsta náttúru-margfeldni, sum eru íkomin av okkara ovurnýtslu.

Tí verða øll óneyðug ljós sløkt. Eisini gøtuljósini í kommununi, ljósini á havnalagnum, sum tað ber til at sløkkja, og ljósini á vøllinum verða sløkt.
Vónandi taka fólk í Fuglafirði eisini væl ímóti átakinum og sløkkja allan óneyðugan streym hendan tíman. Eitt gott hugskot er at tendra kertuljós at birta vón, ella at koma oman í kirkjuna til eina hugkveikjandi løtu.
So sløkk ljósið og birt vón, saman ella hvør sær!

Fakta um Earth Hour
Earth Hour er eitt átak, sum WWF skipar fyri hvørt ár í mars. Einstaklingar, fyritøkur, kommunur og býir í øllum heiminum seta hendan dagin umhvørvið í brennidepilin.