Verkætlanin
Fuglafjarðar skúli
Nýggjur barnaskúli
Frágreiðing
Fuglafjarðar kommuna hevur samtykt at byggja nýggjan barnaskúla, sum er grunddeild og miðdeild.
Kommunan setti í januar 2016 eina bygginevnd at fyrireika eina skúlaútbygging. Bygginevndin hevur havt hoyringar við øll, sum hava við skúlan at gera. Bæði lærarar, næmingar, kvøldskúla, ítróttarfeløg og tónleikin í býnum.
Bygginevndin kom í mai mánað 2016 við einari byggiskrá, sum var løgd fyri býráðið. Býráðið samtykti byggiskránna og heitti á bygginevndina um at fáa gjørt eitt skipanaruppskot, sum lýsti ynskini í byggiskránni. Skipanaruppskotið var lagt fyri býráðið í oktober og var einmælt samtykt.
Verandi skúli eru bygningar frá 1936 og 1964. Í 2004 bleiv ein nýggj lon niðanfyri hinar skúlarnir tikin í nýtslu har fakhølini eru.
Bygginevndin kom til tað niðurstøðu, at verandi skúlaøkið er besta staðseting í býnum, sæð í ljósinum av, at at skúlin er ein mentanarmiðdepil og skal tí verða miðstøða í bygdini. Byggingin er ætlað at verða omanfyri verandi skúla. Gamli skúli, sum er frá 1936 verður tikin niður.
Í Fuglafjarðar skúla ganga í løtini 270 næmingar frá 1. til 10 flokk, og Í skúlanum starvast 26 lærarar
Skúlabyggingin skal vera ímynd av, at Fuglafjørður ynskir at verða fremst tá tað snýr seg um skúla, tónleik og list. Fuglafjørður er bæði ein mentanarstaður og vinnustaður. Eins og ein viti, ið varpar ljós yvir býin skal nýggi skúlin gera vart við at her er skúli, tónleikur, list – og í Fuglafirði er gott at verða. Skúlin skal vera eitt prýði og stoltleiki fyri býin.
Skúlin skal eisini vera virkin uttan fyri vanliga skúlatíð. Alt virksemi, sum hevur við at læra og mentan at gera, skal kunna húsast í skúlanum. Næmingar skulu eisini hava møguleika at brúka skúlan aftan á skúlatíð. Tað er upplagt, at frítíðarundirvísing fær innivist í skúlanum. Felagsskapir kunnu brúka skúlan til skeið, fundir og framførslur.
Undir heitum “Meira enn ein skúli” hevur býráðið samtykt eina verkætlan, sum skal gera skúlan til nakað heilt serligt. Skúlin hevur list og tónleik á breddanum. Tónleikur fær góðar umstøður við venjingharhølum, stórum sum smáum. Dramarúmið verður eisin sjálvsagdur partur av list og tónleiki. Stór miðhøll til framførslur kantinu og felagstiltøk kemur at liggja saman við einari stórari fimleikarahøll, sum kann brúkast saman
Umstøður hjá leiðslu, lærarum og tænastum verður betrað. Umsitingin fær nútimans hølir.
Skúlin er skipaður í trimum deildum. Fyrireikingarrúm hjá lærarnum eru knýtt at ymsu deildunum, meðan starvsfólkarúmið er felags. Hvør lærari hevur sítt egna fyrreikingarpláss.
Eftir ætlan verður spakin settur í jørðina í mars. Væntandi verður byggingin liðug árskiftið 2019/20
Samlaði kostnaðarkarmurin liggur um 100 mio
MAP Arkitektar eru høvuðsráðgevarar. SMJ Ráðgevandi verkfrøðingar eru undirráðgevarar fyri HVS, ventilatión og el, meðan LBF ráðgevandi verkfrøðingar eru undirráðgevarar fyri kontstruktiónum.
Heildarverk er høvuðsarbeiðstakari.