Kunning
Mikudagin 1. mars 2017 kl. 13.00 verður spakin settur í, í samband við byggjan av nýggjum barnaskúla undir heitinum: Meira enn ein skúli.
Skúlin verður bygdur á økinum við verandi skúla og skipar Fuglafjarðar kommuna fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.
Skráin
Kl. 13:00
Sonni á Horni, borgarstjóri, bjóðar vælkomin og setur spakan í saman við 1. floks næmingum
Kl. 13:15
Boðið verður inn í fimleikarhøllina í Fuglafjarðar skúla, har okkurt gott verður at fáa til góman.
Ólavur Thomsen, skúlastjóri, bjóðar vælkomin og kunnar um skránna.
Rigmor Dam, Landsstýriskvinna í Mentamálum, flytur fram røðu.
Barnakórið, undir leiðslu av Martu á Lakjuni, framførir.
Ólavur Thomsen sigur nøkur orð.
Næmingar í 3. flokki syngja tveir sangir.
Annie og Karin úr 6. flokki hugleiða.
Tónleikabólkurin í 9. flokki framførir tveir sangir.
Rúni Abrahamsen og Heidi Poulsen fyri MAP arkitektar greiða frá verkætlanini.
Tónleikabólkurin í 9. flokki spælir ein sang.
Felagssangur – Boðar tú til allar tjóðir
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vóna vit at síggja nógv fólk til hesa hátíðarløtu.
Nýggi barnaskúlin verður liðugur á sumri 2020. Við nýggja barnaskúlanum fær Fuglafjarðar kommuna, meira enn ein skúla, ein nýtíðar skúla, har vitan og mentan birta undir forvitni og langtan eftir lærdómi.
Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina er mettur til 101 milliónir krónur.