15.07.2020

Skrivstovufólk til Fuglafjarðar skúla

 

 Søkt verður eftir skrivstovufólki til Fuglafjarðar skúla. Talan er um eitt farloyvisstarv at arbeiða partstíð (0,75) frá 1. september 2020 til 1. august 2021.

 

Arbeiðið fevnir m.a um:

alt vannligt skrivstovuarbeiði, herundir avgreiðslu av viðskiftafólki, telefon- og postavgreiðslu, journalisering, fakturering og lættari málsviðgerð.

 

Arbeiðsbyrðan er skiftandi gjøgnum árið, og ynskiligt er, at tann setti kann átaka sær eyka uppgávur, tá ið á stendur.

 

Vit vænta, at tú :

 

·         Hevur skrivstovuútbúgving og ella royndir frá skrivstovuarbeiði
·         Hevur góðar telduførleikar
·         Dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og megnar samskifti á norðurlenskum og enskum máli
·         Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið. Setanarøkið er Fuglafjarðar kommuna og setanarstaður er Fuglafjarðar skúli.

 

Umsóknir

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi mánadagin 10. august 2020, kl 12.00, og sendast til info@fuglafjordur.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tlf. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran: Olavur.Thomsen@skulin.fo

 

Kommunan skilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.

 

Fuglafjarðar skúli hevur umleið 290 næmingar í 19 flokkum. Við skúlan starvast 34 lærarar, 1 stuðul, 1 skrivstovufólk, 2 húsavørðar og 4-5 reingerðingarfólk. Áhugaði kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.ffs.fo

 

Fuglafjørður, tann 13. juli 2020

Fuglafjarðar kommuna