05.01.2023

Skrivstovufólk til Barnaverndartænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu søkir eftir dugnaligum og ágrýtnum skrivstovufólki at byrja 1. mars 2023, ella skjótast gjørligt eftir ásettu dagseting. Talan er um 20 tímar um vikuna.

Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum.

Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Vit vænta, at tú:
•   Hevur skrivstovuútbúgving ella hevur royndir sum skrivstovufólk
•   Ert fyrikomandi, álitisvekjandi og tænastusinnað/-ur
•   Ert røkin og sera vælskipað/-ur
•   Hevur góð samstarvsevni og góðar førleikar at arbeiða sjálvstøðugt
•   Hevur góðar málsligar førleikar bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og donskum (enskt er ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
•   Ert fleksibul og trívist í einum starvi, har uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar
•   Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan bókhald.

Umframt skrivarauppgávur í mun til málsviðgerarnar á deildini, fevnir starvið um journalarbeiði, postmóttøku, móttøku av viðskiftafólki og telefonmóttøku. Harumframt fevnir arbeiðið um at samskipa og fyrireika fundir, skráseta hagtøl og fyrireika avgreiðslu av innlitsumbønum v.m.

Lønar- og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Umsóknir og samband
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum ummælum skulu sendast til:

Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Karvatoftir 4B
530 Fuglafjørður

Ella umvegis teldupost til ingi@fuglafjordur.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2023.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Inga Guttason Hansen, leiðara, á telefon +298 238056.

Lýsng sum PDF