21.12.2021

Skrivari til Fuglafjarðar skúla

Fuglafjarðar skúli leitar eftir einum eldhugaðum skrivara at byrja skjótast til ber.
Fuglafjarðar skúli tekur fyrst í komandi ári nýggja barnaskúlan, Meira enn ein skúli, í nýtslu. Í hesum sambandi verður søkt eftir skrivara til parttíðarstarv, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar kann avgreiða fyrisitingarligar uppgávur skúlans. Fakliga vísir skrivarin til skúlastjóran, men er tó í tøttum samstarvi við mentanardeildina hjá Fuglafjarðar kommunu, sum skrivarin er løntur av.

 Um starvið

Fyrsta tíðin í starvinum verður nýtt til at skipa flyting yvir í nýggja skúlan. Somuleiðis inniber starvið, at skrivarin stjórnar og setur í verk journalskipan og skipar mannagongdir í sambandi við persónsdatalógina. Skrivligt og munnligt samskifti við leiðslu, lærarar, næmingar, foreldur og kommunu, umframt vanligar skrivarauppgávur og telefonaavgreiðslu eru eisini partur av starvinum.

Førleikakrøv
Vit leita eftir einum vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi skrivara. Tað er umráðandi at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar, og at tú samstundis hevur ein natúrligan mynduleika. Tað er avgerðandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.

  • Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
  • Royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
  • Góðar KT-førleikar
  • Dugir væl at orða seg í skrift og talu
  • Tænastusinni

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum.

 Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um partíðarstarv á 30 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og KAF.

 Fleiri upplýsingar um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Berlys Nordendal, skúlastjóra, á telefon 238061  ella umvegis teldupost berlys.nordendal@skulin.fo

 Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við lívsrensli, revsiváttan, møguligum viðmælum og fylgiskjølum, skal sendast við vanligum posti til:

Fuglafjarðar kommunu
Í Støð 5
530 Fuglafjørður

Ella við telduposti til:info@fuglafjordur.fo

Freistin at søkja starvið

Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 12. januar 2022.

Fuglafjarðar skúli

Í Fuglafjarðar skúla ganga 289 næmingar í 1. – 10. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við tveimum sporum í 1.-7. flokki og trimum sporum í 8. – 9. flokki, umframt breytum í 10. flokki. Í skúlanum eru 1 skúlastjóri, 1 varaskúlastjóri, 29 lærarar og 3 stuðlar, umframt skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavørðir. Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna hava skipað samstarv um 8. – 9. flokk undir heitinum Framvit. Hartil er samstarv við Stranda kommunu og Sunda kommunu um Enám.

Skúlin hevur farnu árini gingið á odda við ymiskum átøkum og verkætlanum. Herundir Sangleikabreyt, har næmingar fáa roynt seg innan sang, leik, tónleik, íverksetan v.m. Skúlin er eisini sermerktur við góðum tilboðum á tónlistaøkinum við barna- og ungdóms kórum í tøttum samstarvi við Fuglafjarðar kvøldskúla.

Starvslýsing sum PDF