Fuglafjarðar skúli leitar eftir einum dugnaligum og nærløgdum skrivara at byrja skjótast til ber.

Søkt verður eftir skrivara til parttíðarstarv, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar kann avgreiða fyrisitingarligar uppgávur skúlans. Fakliga vísir skrivarin til skúlastjóran, men er tó í tøttum samstarvi við mentanardeildina hjá Fuglafjarðar kommunu, sum skrivarin er løntur av.

Um starvið

Starvið inniber, at skrivarin stjórnar og viðlíkaheldur journalskipan og skipar mannagongdir í sambandi við persónsdátalógina. Skrivligt og munnligt samskifti við leiðslu, lærarar, næmingar, foreldur, kommunu og stovnar, umframt vanligar skrivarauppgávur og telefonaavgreiðslu eru eisini partur av starvinum.

Førleikakrøv
Vit leita eftir einum vælskipaðum, sjálvstøðugum, ídnum og álítandi skrivara. Tað er umráðandi at tú ert blíð/ur og fyrikomandi í samskiftinum við næmingar, og at tú samstundis hevur ein natúrligan mynduleika. Tað er avgerðandi, at tú tekur ábyrgd og trívist í einum fjølbroyttum gerandisdegi.

  • Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
  • Royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
  • Góðar KT-førleikar
  • Dugir væl at orða seg í skrift og talu
  • Tænastusinni

Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum.

 Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um partíðarstarv á 30 tímar um vikuna, tó við møguleika fyri hálvtáiðarstarvi. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Starvsfelagið og KAF.

 Fleiri upplýsingar um starvið

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á telefon 238061  ella umvegis teldupost berlys.Toftadal@skulin.fo

Søk her: 

Freist

Freistin at søkja starvið er 10. februar 2025.