14.01.2021

Skráin fyri várhálvuna – Fuglafjarðar Kvøldskúli

Skráin fyri várhálvuna hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla er klár nú og opið er fyri tilmeldingum.

Vælkomin

Um spurningar eru ringið ella skrivið endiliga: kvoldskuli@fuglafjordur.fo tlf. 238010

Vælkomin

FK_Kvøldskúlar_2021_254x346_Várskrá

 

  • Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning frá myndugleikum.
  • Luttøkugjaldið verður flutt á konto 9865 – 9933284 í Norðoya Sparikassa tá skeiðið er byrjað. Minst til at viðmerkja navn og skeiðnummar á flytingina og boða læraranum frá um flytingina.
  • Luttakararnir gjalda fyri tilfar, ið nýtt verður í undirvísingini.
  • Tilmelding fer í flestu førum fram beinleiðis til læraran á skeiðnum.
  • Vegleiðandi kostnaðurin er 600 kr. fyri skeið, ið eru longri enn 40 tímar og 400 kr. fyri skeið, ið eru styttri.
  • Vinarliga haldið tykkum dagførd og virðið tilmæli um frástøðu og reinføri í mun til Covid19. Á øllum støðum kvøldskúlin heldur til, er spritt o. t. sett fram.
  • Flaggdagin, 25. apríl 2021 er ætlanin at tónleikaframførslur og framsýning av handaligum arbeiði verður.
  • Fuglafjarðar kvøldskúli tlf. 238010, t-post: kvoldskuli@fuglafjordur.fo fuglafjordur.fo
  • Innihaldsrík, kveikjandi og skapandi frítíð – fyri allar aldursbólkar