27.09.2018

Skrá í sambandi við 100 ára hátíðarhald kommununar tann 01. oktober 2018 sum sjálvstøðug kommuna

Almenn skrá:

Kl. 09:00-10:30 Morgunmatur í Mentanarhúsinum.
Kl. 10:00 Tónleikainnslag.
Kl. 11:00 Føðingardagslagkøka, smákøkur kaffi/te og leskidrykkir eru á borðinum allan dagin.
Kl. 15.00 Tónleikainnsløg til børn og ung.
Kl. 18:00 Borgarstjórin setur hátíðarhaldið við stuttum hugleiðingum.
Kl. 18:15 Tónleikainnslag.
Kl. 18:30 Hugleiðingar av Dennis Holm, stýrisformaður í Kommunufelagnum um avbjóðingar hjá kommununum í komandi tíðum.
Kl. 19:00 Tónleikainnsløg.
Kl. 19:45 Framløga frá Steffen Stummann Hansen um søgubókina, sum er ávegis.
Kl. 20:30 Tónleikainnsløg.
Kl. 21:00 Hátíðarhaldið endar við fýrverki.


Afturat hesum verður skipað fyri niðarfyri standandi tiltøkum:

  • Vegna vánaligt veður í gjár, so vit vóru tarnað við fyrireikingunum, verður hendan avdúkingin/framsýningin útsett. Nærri kunning seinni. Kl. 17.00: Avdúking av málningum. Partur av húsabygging og kirkjubygging yvir 100 ár í Fuglafirði verður lýstu, sum. Hans David og Signar á Brúnni hava gjørt. Avdúkingin fer fram á økinum oman fyri FK bygningin í miðbýnum.
  • Kl. 14.00 – 20.00: Framsýning «Memory Lane» 1918-2018 – áhugafeløg gjøgnum tíðina» í Stórhúshøll á keiøkinum.
  • Kl. 14.00-20.00: Framsýning hjá Solberg «gerandismyndir 2012». Kristfríð Tyril hevur tikið myndirnar.
  • Kl. 14.00-20.00: Framsýnining «Heimið – karmur um handverk og skapandi evni». Tjóðsavn Føroya í bygninginum hjá Betri banka.

Íbúgvar á Hellunum eru vælkomnir heim til Jórun Eið og Atla Johannesen, har møguleiki er fyri at fylga við beinleiðis stroyming frá kl. 18.00-21.00.

Fuglafjarðar kommuna