SKAÐADJÓR

Kunning um rottu

Vanliga rottuslagið í Føroyum er brúna rottan, Rattus norvegicus.

Rotturnar í Føroyum eru vorðnar fleiri í tali seinastu árini vegna lýggju vetrarnar. At stovnurin er blivin so stórur, er ein trupulleiki, tí rottur leggjast á bæði fugla- og haruungar, umframt at rottur kunnu gera stóran skaða á ognir.

Umhvørvisverndarlógin Lógasavn (logir.fo) áleggur hvørjum einstøkum at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni so nógv, sum til ber. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í góðum standi. Á henda hátt minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.

Lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri at týna rottuna. Er rottan til ampa eitthvørt stað, skulu allir borgarar venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.

Borgarlig skilda

Allir eigarar og leigarar (Borgara) av fastogn í bygdum sum óbygdum øki, íroknað fastar og flótandi eindir á sjónum, so sum fóðurflakar, før og tílíkt, skulu tryggja, at:

  • rotta hvørki sleppur inn ella kann støðast millum hús, við bygningar, úthús, fjós, brunnar, rør, o.a.
  • tilfar og leivdir, sum kunnu draga rottu at sær, verður beint burtur.

 

Fráboðan

Ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá. https://youtu.be/7W3apjaGRZ4

Hevur tú trupulleikar av rottum, ella hevur sæð rottu, skal tú venda tær til Fuglafjarðar Kommunu á tlf. 668000 ella info@fuglafjordur.fo. Kommunala umboðið fyri rottutýning setir seg síðan í samband við teg. Umboðið kemur síðani á staði og skipar fyri týning av rottu.

 

HVUSSU VERJIR TÚ BEST OGNINA MÓTI ROTTU?

  • Niðanfyri eru nøkur ráð fyri, hvussu tú forðar fyri, at rotta sleppur inn:
  • Burturbein órudd og burturkast uttandura.
  • Stápla byggitilfar o.a. við frástøðu frá lendinum, og so langt frá bygningum sum gjørligt, tó minst ein metur.
  • Lat ikki fóður og matleivdir liggja og sløðast uttandura, men lat tílíkt rusk inn til ruskinnsavningina.
  • Koyr slógv og annað burturkast frá t.d fletting á byngjuplássið.
  • Ansið eftir, ikki at geva hønum, ella øðrum flogfenaði á ogn tíni, ov nógv fóður (ikki meira enn tey klára at eta), tí vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur.
  • Búeindir til djór, so sum hønir, kaninir o.a., skal vera minst 35 cm. upp frá lendinum.

 

Gevið ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Sí annars “Kunngerð um umhvørvisreglur”, Húsdýrahald, Lógasavn (logir.fo)

HVUSSU VERJIR TÚ BYGNINGAR MÓTI ROTTU?

Rotta sleppur inn gjøgnum hol, ið eru størri enn 1,5 cm.

Niðanfyri eru nøkur ráð fyri, hvussu tú forðar rotta í at sleppa inn.

  • Tett rivur og hol í bygningum. Til dømis kunnu holini stappast við høsnaneti, áðrenn stoypt verður.
  • Nýt útluftingsristir úr tilfari, ið rotta ikki sleppur ígjøgnum, og fest tær væl.
  • Verj hol í veggjum og múrum til kaðalar, rør o.l. við høsnaneti ella plátu.
  • Lat hurðar og vindeygu til lofts- og kjallararúm aftur, ið ikki verða nýtt.
  • Havi frárensl frá vatn og kloakk tøtt og umvæl brot skjótast gjørligt.

 

VANDI Á FERÐ?

Rotta er stygg og varlig, og ger oftast mest um seg um náttina. Tí er ikki ofta, at fólk varnast livandi rottu. Sæst rotta í dagslýsi, er tað tekin um, at nógv rotta er til.

Holur í lendinum avdúka ofta rottu uttandura. Í óbygdum øki er hol við grevstrartilfari ofta tekin um rottu. Eitt runt hol uttan grevstrartilfar, nærhendis kloakkleiðingum, er ofta tekin um rottu og kloakkskaða. Er rotta innandura, sæst farvegur á bjálkum, gólvi, veggum og líknandi støðum. Rottan letur eftir seg brúnliga slóð av landi og skarni.

Skarn lýsing: Slóð lýsing:
Húsmús           Húsrotta          Brún rotta Húsmús            Rotta

 

Um náttina kann skavan og krutlan á loftinum og millum skins og hold stava frá rottum, men oftast er tað bara tað, ið rottan leggur eftir sær, sum sæst – serliga skarnið.

Hví týna?

Rottan er ein stórur smittuberi. Hon ber við sær m.a. salmonella, E-coli, livrabruna, bakterier, lús, beinkrím o.a. Við at týna rottuna, minka vit vandan fyri hesum sjúkum.

Eru livikorini hjá rottunum góð, tvs. nóg mikið at eta, nørist brúna rottan alt árið. Viðgongutíðin hjá kvennrottu er bert 21 dagar, og hon kann leggja upp í fimm ferðir árliga upp í 14 ungar, tó vanligast eru um 8-10 ungar. Rottur verða kynsbúnar eftir fimm vikum, og hetta merkir, at tá ið livikorini eru góð hjá rottu, kann eitt par blíva til meira enn 800 rottur uppá 1 ár.