04.04.2024

Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð í Leirvík

Giljagarður søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi at byrja 1. juni 2024 ella skjótast gjørligt aftaná. Talan er um starvsbrøk 0,7, ið svarar til eitt miðaltímatal á 28 t/viku. Starvast verður í skiftandi vaktum og í miðal 3. hvørt vikuskifti.

Giljagarður er eitt sambýli til 10 fólk, og har arbeiða sjúkrarøktrfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk umframt køksstarvsfólk og reingerðarfólk.

Innihaldið í starvinum sum sjúkrarøktarfrøðingur er, at

  • hava ábyrgd av kompleksu sjúkrarøktarfakligu uppgávunum
  • veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • samstarva tvørfakligt við fleiri ymiskar fakbólkar bæði innan- og uttanhýsis

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu, eitt gott arbeiðspláss, ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • gott samstarv við aðrar sjúkrarøktarfrøðingar og aðrar fakbólkar í Nánd
  • góðar møguleikar fyri førleikamenning
  • møguleika at venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit vænta at tú

  • hevur áhuga og hegni at arbeiða við eldri fólki og vilt arbeiða útfrá visión, missión og virðisgrundarlagnum hjá Nánd
  • hevur eina skipaða tilgongd til uppgávuloysn, arbeiðir sjálvstøðugt, samstarvar við starvsfólkini og letur øðrum fakbólkum hóskandi uppgávur í hendi
  • ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur, og at tær dámar væl avbjóðingar
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan (PCC)

Setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir, deildarleiðara, tlf. 730282 ella við telduposti asaa@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til asaa@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Viðmerkjast skal: ”Sjúkrarøktarfrøðingur til Giljagarð”.
Umsóknarfreistin er  23.04.2024.