Nú eg standi og bíði, so sigur tað mær alt tað sum varmakeldan handlar um, tað at koma saman koma hvørjum øðrum við.
Góðu varmakeldugestir, góðu fuglfirðingar og øll sum koma aðra staðni frá og hava leita sær her til á stevnu.
Tað er mær ein stór gleði at fáa loyvi at siga nøkur fá orð til setan av varmakeldustevnuni.
Tá eg hugsi um Varmakeldu, eru tað nøkur lýsingarorð, sum koma fram fyri meg
Samanhald, tað at lyfta í felag, eldsálir og gestablídni.
Varmakelda er eitt gott høvi at koma saman, koma hvørjum øðrum við og verða nakað fyri hvønn annan, hettar hevur sera stóran týdning, nógv størri enn vit ofta geva okkum far um.
Ein Stevna sum hendan gevur okkum møguleika til at møta vinum og kenningum til eitt hugnaligt prát og samveru, og bara gleðast saman við øðrum, og njóta tey tiltøk sum verða.
Á varmakeldu kemur man at hugsa um alt tað fjølbroytta ítróttar- frítíðar- og mentunarvirksemið, sum er í Fuglafirði, og sum er við til at ríka okkum dagligdagin á ymiskan hátt. Eisini innan kirkju og samkomur er nógv andaligt virksemi, sum dagliga er til stóra signing og gleði fyri fólk í øllum aldri.
Innan ítrótt er í Fuglafirði sera fjølbroyttar ítróttargreinar og úrslit hava verið sera góð á nógvum ymiskum økjum, sum vit øll kunnu fegnast yvir og vera stolt av. Bara tað at gera felags átøk og at øll kunnu vera við er tað allarbesta. Talan er um sólskinssøgur sum øll eiga eina tøkk uppiborið fyri.
Kappróður er ímyndin av summarstevnunum, tí setur tað sín serliga dám á varmakelduna.
Tá tosa verður um ítrótt og frítíðarvirksemi annars, hugsi eg við stórum takksemi um alt tað sjálvbodna arbeiði sum verður gjørt á ymiskan hátt, og uttan allar tær mongu eldsálir, sum altíð geva eina hjálpandi hond , hevði alt hettar als ikki latið seg gjørt. Øll gera stóran mun upp á ymiskan máta, eisini øll sum møta upp , uttan tykkum var einki tiltak. Hettar er gull vert og kann ikki sigast við orðum. Sjálv arbeiði eg , hvar 400 sjálvboðin kring alt landi lyfta í felag hvønn einasta dag, hettar blívur man rørdur av at hugsa um.
Til seinast vil eg minna okkum á, at í dagligdegnum er tað eisini týdningarmikið at gleðast um tey smáu tingini, øll gera vit stóran mun upp á okkara máta, fyri onkran sum vit kunnu gleða hvønn dag.
Við hesum orðum lýsi eg varmakeldstevnuna 2023 at verða setta.
Takk fyri