05.09.2019

Setanarrøða ið Hanna Jensen helt á Mentanardøgum 2019

Teir dagar, sum halgaðir eru mentanini, eru góðir 

 

Fuglfirðingar hava í størri mun enn mong onnur sett mentan og list í hásæti – ikki bert talsterkir og ídnir einstaklingar – kvinnur og menn, men eisini kommunan, skiftandi bygda- og býráð og onnur feløg og samtøk. Eisini tí vil eg takka fyri høvið at bera eina kvøðu og leggja nakrar virsjónir fram á torg, nú Mentanardagar 2019 ament byrja.

Eg kann nevna Fuglafjarðar gentukór

Fuglafjarðar Hornorkestur

Frits Johannesen við síni list í skúla og almenna rúminum

Mentanarhúsið, sum varð bygt

Tónlistaskúlahølini, sum eru undir bygging

Bindifestivalurin

Mentanardagarnar, sum nú hava fleiri ár á baki

Herluf Berthelsen við síni kvæðamentan

Og nýggjastu starvssetanirnar við Rønn og Brynhild við hvør sínum týdningarmikla uppdragi.

 

Eftirtíðin dømir fortíðina, setur tankar og orð á arvin - kjalarvørrin. 

Og mong orð eru søgd um mentanararvin her í økinum. Og vit kunnu vera glað um og errin, og vit kunnu kenna okkum signað.

 

Mentan er eitt víðfevnt orð. Tað fevnir í breiðari merking um alt fólkalívið – við ullavirking, binding, útróðri, handverki, sangmentan, bindiklubbum v.m. Eisini okkara mentan viðvíkjandi hesum nýggja: skíggjanýtslu, matstovu – og kaffistovumenten og okkara ferðamentan. 

 

Men vit kunnu eisini fara meira fokuserað til verka og tosa um listagreinar og klassiska mentan, soleiðis sum hon sæst í søvnum, framsýningum, fyriskipaðum tiltøkum og fyriskipaðum virksemi.

 

Gera vit hetta seinasta, so liva vit í einum øki – og nú lyfti eg meg eitt lítið sindur longur upp úr bygdini her – har vit hava fleiri kór, fleiri verulig søgulig søvn, fleiri listasøvn- ella framsýningar, fleiri væl stovnsett tiltøk, sum Harmonuikufestival G! Festival, Bindifestival, og Sólarkaffi, fleiri ymisk mentanarhús, fleiri barnaskúlar, fleiri barnagarðar, eina framhaldsdeild og ein miðnámsskúla við 5 ymiskum breytum og mangt afturat.

 

Hví taki eg hesi seinastu uppí? Jú, tí tað er alt ein stór samanrenning, hvussu vit eru uppald – bæði heima, í okkara bygdum og teimum felagsskapum, vit har eru partur av og í okkara skúlagongd, ja heilt frá tí, vit stettlaðu gólvinum á - í vøggustovuni – um vit nú skulu tosa sum tað yngra ættarliðið.

 

Tí er tað so týdningarmikið at fylla barnalívið – ikki minst tað formella – við mentan. Barnagarðar, skúlar og miðnám, og vit hava nakrar mentanarberandi lærugreinir í fólkaskúla og á miðnámi – tær eiga vit at hjúkla um, líkamikið um summi rópa upp um nytturvirði av hesum og hinum. Listin eigur stóran lut í almennu búgvingini – eitt nú sjónleikur, myndlist, tónleikur og filmur, vit mugu aldrin gloyma og niðurraðfesta hetta. Tí eiga umstøðurnar til skapandi lærugreinir í fólkaskúlanum støðugt at styrkjast, eisini tær sum liggja meira upp at handverki.

 

Og skapandi lærugreinirnar eins og tær mentanarberandi eiga altíð at verða javnsettar við aðrar lærugreinir, við onnur vísindaøki – bæði viðvíkjandi treytum, upptøkutreytum, løn fyri fyrireiking o.a. Og her eiga vit at viðurkenna, at námsfrøðiliga arbeiðið við teimum smæstu er ómissandi, um vit vilja tryggja dygdargóða mentanar- og listarliga búgving. Hugsa um, hvussu nógvan skaldskap av manna munni, tú kanst læra tey smæstu? Hugsa um fínmotorikkin og alt møguligt listarligt og handverksligt arbeiði við smáu, nomu hondunum? Jú sanniliga kunnu vit sum einstaklingar, sum starvshópar, sum leiðlsur, sum felagsskapir, sum kommunur – eisini í samstarvi við landið, gera mangt nógv betri.

 

Hesum viðvíkjandi standa vit í eini háborg – og í eini fyrrverandi. Tá systkin móður mínar gingu í realskúla í Fuglafirði, var skúlin m.a. ein háborg í málundirvísing, hetta veit eg, tí aftur og aftur er borið fram, at tú gekst leingi til hægri útbúgving, áðrenn tú lærdi nakað nýtt í til dømis týskum og føroyskum. Mállærugreinir eru sterkt mentanarberandi. Eg lærdi mangt her á staðnum, týskt, og meira enskt, danskt og føroyskt, eins og eg stutt bil kundi læra okkur ljóðføri í døgurðatímanum. Og út frá hesum skúlanum vitjaði eg fyri fyrstu ferð Mykines, Fugloy og Kalsoy – ímyndið tykkum? Hesin lærdómur hevur merkt meg fyri lívið.

 

Eg kann siga, at áðrenn kvæði og føroyskur dansur fingu innivist í føroyska fólkaskúlanum, í lógargrundarlagnum, so var tað m.a. her á staðnum, at eg lærdi nakað munandi av kvæðum, nevniliga í føroyskttímunum hjá Herlufi Berthelsen. Nú stendur føroyski dansurin sterkur bæði í skúlanum í Leirvík og í skúlanum í Gøtu, har sum børnini í Eysturkommunu ganga, áðrenn tey koma inn higar í framhaldsdeild. 

Og øll vita, á hvønn hátt Frits og aðrir lærarar hava tvinnað list og mentan inn í sítt skúlaarbeiði. Tí eiga vit at gera upp við hugsanina um, at list og mentanarligt virksemi er okkurt, vit rista úr ermuni eftir ein lokanan arbeiðdag, tann sum hevur evnini! Nei, mentan og list eru eisini størv av ymiskum slagi.

 

Hetta vita tit væl í Fuglafirði, men eg sigi tað allíkavæl!

 

Hetta minnir okkum á, at vit kunnu ikki sova í mentanar- og úrbúgvngarmálum, men mugu vakja og virka! Hesi viðurskifti, sum eg havi grundað á tey í mong ár – eisini sum kommunalpolitikkari og landspolitikkari, hava vakt meg til at minnast, hvat vit eiga, og hvat vit áttu, hvaðani vit komu og hvar vit eru. Og eg fegnist um at hava verið vikin partur í skúlasamstarvinum millum kommunurnar her.

 

Okkara staðbundna mentan er so týdningarmikil og so varðveitingarverd, hon er so livandi og framfýsin, og hon er grundarlagið undir so nógvum øðrum virksemi, m.a. vinnuvirksemi.

 

Sum býráðslimur í Eysturkommunu í farloyvi og sum fráfarandi landstýriskvinna í útbúgving og gransking fari at loyva mær at siga nøkur orð um okkara møguleikar her í hesum tríhyrninginum: Fuglafjørður, Gøta og Leirvík og alt, sum hesi trý nøvn bera í sær og kynda av eldi í okkum.

 

Mentanin ger okkum til eitt fólk, sum lærir av søguni og virðir handrit, fornlutir, hondarbeiði, handverk, matsiðir, føroysk húsdjór, fólkaminni og kirkju, sum á hvør sín hátt lýsa og eyðkenna lívið her.

 

Listin kveikir, søkir og gevur sítt íkast, so vit áhaldandi kunnu rætta kósina. Listin eigur stóran lut í almennu búgvingini, og eg vísi til tað, eg longu havi sagt.

 

Vit vita, at landspolitiskt framhaldandi eigur at verða hugt at eini betri skipan fyri listafólk, eini skipan, sum fleiri og ikki bert fá kunnu vera partur av. Eg hugsi um slík, sum skriva okkara bókmentir og leikrit, sum týða, sum mála málningar, sum smíða tónleik o.s.fr. Eg hugsi, vit hava minstuløn og minstaforvinning innan summi fakøki. Hví ikki innan listirnar? Kommunurnar gera og kunnu gera sítt at dugna mentan og list.

 

Mentan og skapandi listir eru eisini vinnulig, og tílíkar vinnur økja um trivnaðin her í økinum, og nógv íverksetan sæst innan hesar vinnugreinar. Tí settu vit í felag, Fuglafjarðar Kommuna, Eysturkommuna, vinnufyritøkur her um leiðir og landið á stovn FabLab á Kambsdali, og síðani er Tónleikaútflutningsstova staðsett í Gøtu. Hetta er at frøðast um, tí av søguni vita vit og hava sannað, at stovnsett virksemi hevur gjørt mun, vit síggja ringvirkanina dag og dagliga.

 

Tað er av alstórum týdningi at vitanin og førleikarnir og dreymarnir hjá fólkinum her í økinum verða vird sera høgt, at eisini vitanin í fólkinum innan siðbundnu vinnurnar - hjá kvinnum og monnum- verður dokumenterað og dyrkað. 

 

Sum heild eiga vit í hesum landinum at hava fleiri viðkomandi yrksiútbúgvingar og virka fyri at varðveita og styrkja tey yrki, sum vit hava í Føroyum og serliga her í økinum – ikki minst innan tekstil, har vit hava sterkar førleikar í fólkinum, eitt útbúgvingarøki, har vit eiga at stimbra vinnuliga tilvitið, og sum er sera viðkomandi í mun til burðardygga fremleiðslu og vitan um upprunan hjá toyi, ymiskum tilfari og vørum. 

 

Sama kunnu vit siga um høvuðsvinnurnar, fiskivvinnu og aling, sum krevja nógvar serligar førleikar, venjing og servitan – bæði á praktiskum støði og á teoretoskum støði.

 

Vit eiga í enn størri mun at bjóða okkum fram at loysa nýggjar spennandi landsuppgávur, altjóða uppgávur, men eisini sjálvstøðugt at seta stórar ætlanir í verk her í tríhyrninginum. Vit hava eitt sera sterkt vinnuligt og mentanarligt grundarlag. Og fólkið er krútsterkt, tað lærdi søgan okkum, og tað vitnar samtíðin.

 

Vit eiga at fara longur í útbúgvingarmálum – slíkum sum byggja á okkara mentan og okkara vinnur. Sum styrkja okkara, mentan, list og vinnumøguleikar. Vit eiga at savnast yvir um bygdamørk, kommunumørk, ideologisk mørk, yvir um fyritøkumørk og trúarmørk, tí vit hava nakað serligt at arbeiða við, okkara komandi ættarliðum at gagni. 

 

Má tað vera so, at langt fram í tíð, fara fólk at byggja hetta stað, hesa tríeind av rástyrki, rávøru og mentan, og í dag hugsi eg serliga um Fuglafjørð. Ikki minst tí, at vit, sum nú eru á døgum, vóru víðskygd og handlaðu, meðan vit enn áttu megi og dreym.

 

Eg heilsi tykkum vinir, grannabygdafólk og øll, sum eru komin saman her til mentanarstevnu, við orðum Hans Andreasar um kelduna, sum liggur mitt í tríhyrninginum í økinum, eg sipi til, og sum vit kunnu nýta sum ímynd av tí keldu, okkum nýtist at taka skilagóð risafet okkara øki, okkara mentan og okkara vinnu at frama:

 

"Har kendist høgt at lofti og langt á óndskapsmið

Fró sótu tey hjá kelduní selja lið um lið"

 

Takk fyri og góðar Mentanardagar!