04.09.2023

Setanarrøða hjá Djóna Nolsøe Joensen á Mentanardøgum

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum setti  Mentanardagarnar í Fuglafjarðar kommunu. Í røðu síni rósti landsstýrismaðurin góðu og drúgvu skránni fyri dagarnar. Eisini legði hann dent á stóra mentanararvin og nógva vitanargrundaða vinnulívið í økinum.

Røðan kann lesast her:

Góðu kambsdalsbúgvar, fuglfirðingar, hellufólk og góðu gestir! 

Takk fyri møguleikan at bera fram nøkur orð, nú Mentanardagar í Fuglafirði aftur eru á skránni.

Tá eg hugsi um Fuglafjørð, so eru tað mentan og tónleikur, ið allar fyrst renna mær til hugs.

Bindifestivalur, Fuglafjarðar Gentukór, Frits Johannesen, Alexandur Kristiansen, brøðurnar á Lakjuni og Niels Midjord munnu tey allar flestu her á landi kennast við. Og nú seinnu árini samstarvið um stóra sangleikin hjá 10. flokki, ið hevur framførdur á fyrimyndarligan hátt.

Tað er sera hugaligt at síggja og hoyra, hvussu hesin mentanararvur livir sítt lív her á leiðini og heldur áfram við somu styrki ættarlið eftir ættarlið.

Men í Fuglafjarðar kommunu tykjast eisini mentanarlív, andslív og vinnulív ganga hond í hond. Og tað stendur okkum øllum greitt, at her rúmast bæði mentanarlig og vinnulig innovatión í ríkiligt mát. Og nógv eru dømini um tað. Samanrenningin millum mentanarliga og vinnuliga innovatión sæst eisini týðiliga aftur í skránni fyri dagarnar.

Her á Kambsdali eru vitan, innovatión og útbúgving veruliga í miðdeplinum. Og ganga hesi trý her á staðnum upp í eina hægri eind. Her er miðnámsskúli við sløkum 500 næmingum, eini 1000 privat arbeiðspláss í kommununi og ein røð av innovativum vitanarfyritøkum. KJ, GroAqua og Vónin, bert fyri at nevna nøkur dømi, eru dømir upp á fyritøkur á økinum, ið hava ment seg til at vera innovativar vitanarfyritøkur í altjóða flokki. Fyritøkurnar á økinum eru eisini við til at útbúgva okkara ungu, har tær bjóða seg fram sum lærupláss við eini røð av yrkisútbúgvingum, har lærlingar fáa týðandi førleikar, serliga innan tøkni og framleiðslu.

Eisini eiga vit at nevna Fablab, ið eisini liggur her. Tí Fablab knýtir júst útbúgving, innovatión og vinnu saman. Fablab gevur tær neyðugu karmarnar og tólini til at menna prototypur, ið kunnu mennast víðari. Og ikki er so langt frá hugskoti til veruleika. Á FabLab fáa einstaklingar og fyritøkur atgongd til eitt nú 3d printara, lasaraskera og CNC tøkni.

Vit kenna jú øll til hátøkniliga innovatiónsumhvørvið, Silicon Valley, í USA. Og hóast vit kanska ikki eru komin heilt hartil, so hevur onkur loyvt sær at nevna umhvørvið her fyri “Silicon Kambsdal”. Tí vinna og innovatión er partur av DNA’num her á staðnum.

Fara vit eitt sindur í frásjón renna mær til hugs væl kendu orðini ”Chance favours only the prepared mind” , ið stava frá kenda franska mikrolívfrøðinginum Louis Pasteur. Og sipa hesi orðini til, at uppdaging og nýhugsan, hóast tey kunnu tykjast tilvildarlig, byggja á munagóða og skynsama fyrireiking. Tess meiri tú veit um eitthvørt, jú størri eru útlitini fyri nýggjum uppdagingum. Samfelagsliga leggja vitan og útbúgving tí lunnar undir innovatión og nýhugsan, kunnu vit siga.

Vit eiga tí eisini at seta spurningin um vit kunnu menna samanrenningina millum vitan, vinnu og innovatión enn meiri. Talan kundi eitt nú verið at ment fleiri hægri útbúgvingar saman við vinnuni og íverksetaraumhvørvinum. Í hesum sambandi ber eisini til at hyggja eftir, hvussu brúgvabygging millum íverksetaravinnu og útbúgving virkar aðrastaðni, samstundis sum vit leggja dent á førleikarnir, sum vit hava tørv á Føroyum.

Mentanardagar í Fuglafirði eru komnir fyri at vera. Og hesaferð hava tit, eins og undanfarin ár, ment eina spennandi, fjøltáttaða og rúgvismikla skrá fyri mentanardagarnar, ið inniheldur okkurt, bókstaviliga, til allar málbólkar. Og hetta hava tit stórt rós uppiborið fyri.

Eg haldi, at tað er vert at tríva í skránna. Tí tað er ikki smávegis, sum er at finna í skránni. Til ber eitt nú til at vitja alibrúk, fyritøkur og kreativ verkstøð, fara filosofiskan gongutúr við ferðaleiðara; fara til serstaka konsertuppliving í svimjihylinum ella spáka sær ein túr ígjøgnum serstøku regnskjólagøtuna. Hetta bert fyri at taka nøkur dømir burturúr skránni.

Harumframt er vert at nevna, at sera nógv er á skránni fyri børnini og barnafamiljurnar. Við øllum frá sonevndum barnamatarbitum til andlitsmáling; kassabilakappkoyring, súkklukapping og ponyríðing til tey smáu. Samstundis sum skipað verður eitt nú fyri parkourøki og beatboxing-verkstovu til tey ungu.

Sum landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum fegnist eg um, at so nógv gott og uppbyggjandi er á skránni, ikki minst fyri børnini og tey ungu. Og er hetta eisini bert ein staðfesting av tí nógva virksemi, sum longu er her í kommununi.

Í einum annars ofta strongdum gerandisdegi, eru Mentanardagarnir í Fuglafirði eitt kærkomið høvið at steðga á, njóta løturnar og uppliva nakað heilt serstakt saman.

Og við hesum fáu orðum fari eg at lýsa Mentanardagarnar í Fuglafirði 2023 at vera settir!

 

Takk fyri!