14.10.2021

Samskipari til Vitjunartænastu í Fuglafjarðar Kommunu

Reyði Krossur Føroya hevur vent sær til Fuglafjarðar kommunu við fyrispurningi um møguleikan, at seta á stovn eina vitjunartænastu til eldri borgarar í kommununi.

Vitjunartænastan byggir á, at tað eru sjálvboðin fólk, sum verða vitjunarvinir hjá eldri borgarum í kommununi, sum eru einsamøll og ynskja meiri vitjan. Kommunan hjálpir til við skapa neyðugar karmar fyri, at vitjunartænastan kann verða útint í verki.

Fyri at Vitjunartænastan kann gerast veruleiki, hevur Reyði Krossur Føroya brúk fyri tveimum borgarum frá Fuglafjarðar kommunu, sum kunnu virka sum samskiparar fyri Vitjunartænastuna. Samskipararnir skulu hava yvirlit yvir tey sum ynskja ein vitjunarvin, og finna sjálvbodnar vitjunarvinir.

Talan er um sjálvboðið arbeiðið undir Reyða Krossi Føroya. Sum samskipar, verður tú boðin við til undirvísing og onnur relevant tiltøk sum Reyði Krossur Føroya skipar fyri.

Hevur tú hug til at gerast samskipari fyri Vitjunartænastuna, ert tú vælkomin til at kontakta Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 23 80 13