Í sambandi við vetrarhaldið, hevur tekniska deild gjørt fýra tekningar, sum vísa raðfestingar fyri salting og fyri kavagrevstur í Fuglafirði og á Kambsdali. Vegastrekkini er litaði, har hvør liturin hevur eina raðfesting.
Raðfesting 1 er merkt við grønum liti.
Raðfesting 2 er merkt við appilsingulum liti.
Raðfesting 3 er merkt við gulum liti.
Raðfesting 4 er merkt við reyðum liti.
Raðfesting 5 er merkt við bláum liti.
Kavagrevstur í Fuglafirdi PDF
Kavagrevstur á Kambsdali PDF
Salting á Kambsdali PDF
Salting í Fuglafirdi PDF
Víst verður til hjálagdar tekningar.
Byrja verður, at salta og grava kl. 05.00 og givist verður í seinasta lagi kl. 21.00.
Fuglafjarðar kommuna
Tekniska deild