17.09.2021

Kunningarskriv viðvíkjandi Rudda Føroyar

Rudda Føroyar átakið er í gongd hesar dagarnar. Hetta er eitt sera gott átak, sum øll í Føroyum eiga at taka undir við. Hendan ruddingarvikan endar leygardagin 18. september, sum eisini er World Cleanup Day.

Tí vil Fuglafjarðar kommuna heita á borgarar, fyritøkur, áhuga- og ítróttarfeløg í kommununi um at rudda í sínum nærumhvørvi, bæði á Hellunum, Kambsdali og í Fuglafirði, og harvið stuðla uppundir hetta lokala og altjóða ruddingarátak.

Orku- og umhvørvisnevndin í Fuglafjarðar kommunu fer seinni í ár ella fyrst í komandi ári at skipað fyri einum afturvendandi orku- og umhvørvistiltaki kommununi, har rudding eisini kann verða partur av tiltakinum.

Vónandi eru tit mong, sum taka undir við hesum átaki leygardagin, bæði privat og í felag. Tað hevði verið gott um borgarar, fyritøkur og feløg vigaðu innsamlaða óruddið, mettu um mongdina av stubbum, og boðaðu Rudda Føroyum frá á teirra síðu.

Tað ber eisini til at leggja mynd út, t.d. á Facebook ella Instagram, av ‘fonginum’ og tagga myndina við #ruddaføroyarfuglafjørður, so vit fáa fylgt við hjá hvørjum øðrum. Tað kann gera tað hugaligari at rudda. Stubbalummar fáast framvegis ókeypis, t.d. á Kunningarstovuni inni í Ribarhús.

Vilt tú vita meira um hesi átøk, ber til at lesa meira her: https://ruddaforoyar.fo/ og https://www.worldcleanupday.org/