13.09.2023

Røktarstarvsfólk til Heimatænastuna hjá Nánd

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir 

Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til starvsbrøk 0,9. Møguleiki er fyri lægri brøkið.

Starvið verður sett frá 1. november 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Førleikar og væntanir

  • Útbúgving sum Heilsurøktari ella Heilsuhjálpari. Hevur tú royndir at arbeiða við fólki, her undir eldraøki, ert tú vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur útbúgving.
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir
  • Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Jaligan hugburð
  • Hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð

Vit kunnu bjóða

  • Eitt sjálstøðugt og spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður
  • Fjølbroyttar avbjóðingar
  • Góðar starvsfelagar

Sarvssetan og løn: Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. septembur 2023 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Biskupsmerkur 4, kj. – 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo