30.04.2024

Røktarstarvsfólk til heimatænastuna hjá Nánd

Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til heimatænastuna hjá Nánd.

Heimatænastan veitir sjúkrarøkt, heimahjálp, fysio- og ergoterapi til heimabúgvandi borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Heimatænastan er staðsett á Miðstøðini í Leirvík, og har arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysio- og ergoterapeutar og hjálparfólk.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki, og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag í egnum heimi, er tað møguliga tær vit leita eftir.

Søkt verður eftir

Heilsurøktara ella heilsuhjálpara til fast starv, starvsbrøkur er eftir avtalu.

Starvið verður sett frá 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu.

Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Heilsuhjálpara til eitt farloyvisstarv á starvsbrøki 0,9.

Starvið verður sett frá 15. mai 2024 og til 1. juli 2025.

Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti.

Vit vænta at tú

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, endurmenning, røkt og viðgerð
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Starvssetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 13. mai 2024 kl.12.00.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd, Biskupsmerkur 4, kj., 520 Leirvík, ella á teldupost: katrin@eystur.fo

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her