07.06.2019

Røktarstarvsfólk til Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Eftir drúgva tænastu hava trý av okkara starvsfólkum valt at fara frá fyri aldur. Eisini fer ein starvsfelagi undir útbúgving sum heilsuhjálpari samstundis sum vit hava fingið eina uppnormering. Vit leita tí eftir 5 dugnaligum og ábyrgdarfullum røktarstarvsfólkum til at byrja 1. august ella skjótast gjørligt aftaná tað.

Vit leita eftir:
• 2 starvsfólk 32 tímar um vikuna á røktardeildini
• 3 starvsfólk 32 – 40 tímar um vikuna á demesdeildini.

Førleikakrøv og karmar
Arbeiðið á Gøtubrá snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar. Arbeiðið er skipað soleiðis, at tú arbeiðir í skiftandi dag-, kvøld- og náttarvaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Vit vænta at tú:
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• ert væl skipað/ur og hevur góð tvørfaklig samstarvsevnir
• hevur eina góða innliving og ert tolin
• hevur eitt lætt sinni og eitt gott skemtilyndi
• hevur góð samskiftisevnir, eins og førleika, áhuga og hegni til at veita eldri borgarum stuðul og hjálp til at megna sín gerandisdag
• hevur vitan um demenssjúkur (ein fyrimunur, men ikki eitt krav)
• hevur evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
• hevur evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum
• Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

Røktarfaklig útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari er ein fyrimunur men ikki eitt ófrávíkiligt krav.

Um Gøtubrá
Gøtubrá er eitt eldrasambýli skipað í tveimum eindum. Ein røktardeild við 10 búplássum og ein demensdeild við 8 búplássum. Vit eru eitt arbeiðspláss í støðugari menning. Í løtuni arbeiða vit við at skipa fyri betri karmum og mannagongdum, sum kunnu tryggja húsfólkunum dygdargóða røkt. Á røktardeildini eru trý starvsfólk til arbeiðis um dagin og tvey starvsfólk um kvøldið. Á demensdeildini eru trý starvsfólk til arbeiðis um dagin og trý um kvøldið. Harafturat eru tvær náttarvaktir.

Vit bjóða:
• Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
• Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
• Gott samstarv við onnur fakfólk

Setan og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú
ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Jónhild Abrahamsen, deildarleiðara á
Gøtubrá á tlf. 73 02 52

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24.
juni 2019. Umsóknirnar skulu sendast til:
Nánd – Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo.
Vit ætla at hava setanarsamrøður tann 27. juni.
______________________________________________________________
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu,
eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá
Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær
av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo