Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Størvini eru á ovaru hæddini, har tað eru 10 pláss. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Talan er um :
- Eitt starv 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. september 2024.
- Eitt starv á 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. oktober 2024.
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við útbúgving innan røkt søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
- at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.08.2024 kl. 12.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her