13.08.2024

Røktarstarvsfólk til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Vit søkja eftir røktarstarvsfólki til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Størvini eru á ovaru hæddini, har tað eru 10 pláss. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um :

  • Eitt starv 28 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru dag- og kvøldvaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. september 2024.
  • Eitt starv á 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. oktober 2024.

Vit vænta at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við útbúgving innan røkt søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 22.08.2024 kl. 12.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her