Sum ein liður í at útvega starvsfólk til eldraøkið gjørdi undanfarni leiðari fyri Nánd, Kristina T. Larsen, avtalu við Fuglafjarðar Skúla um eina royndarætlan við eini Røktar- og heilsubreyt skúlaárið 2019/2020.
Endamálið við Røktar- og heilsubreytini er at geva næmingum kunnleika í at arbeiða við og læra um m.a. røkt, umsorgan, heilsu, fyribyrging og endurvenjing.
Breytin fevndi um 7 skúladagar við undirvísing og 11 dagar við starvsvenjing á deildunum hjá Nánd.
Innihaldið av undirvísingini fevndi um hesi evni:
- Tagnarskylda
- Hondreinføri
- At eldast
- Vitjan á Sjóndepilinum
- Samskifti
- Umsorgan
- Lívssøga
- Demens
- Fyribyrgjan, rørsla, endurvenjing
- Stjørnuløtur
- Hjartastartarar
Tað vóru Annika Breiðaskarð, heilsurøktari og Anna á Reynatrøð, sjúkrarøktarfrøðingur, sum vegna Nánd samskipaðu breytina.
Royndarætlanin við breytini eydnaðist væl, og 4. mai 2020 fingu næmingarnir handað váttan um luttøku á Røktar- og heilsubreytini og í at nýta hjartastartarar. Ætlanin er, at hetta aftur verður ein valmøguleiki komandi skúlaár.
Ein av næmingunum byrjar á Heilsuskúlanum í Suðuroy, og aðrir hava valt fyrst at fara á Miðnám á Kambsdali og fara møguliga víðari innan røktar og heilsufakið seinni.
Frá vinstru: Annika Breiðaskarð, heilsurøktari, Eliza Volynetc, Rebecca Davidsen, Bergljót Hansen, Karin Áslakksdóttir Gøthe, næmingar og Anna á Reynatrøð, sjúkrarøktarfrøðingur. Sarita Bárðardóttir Mortensen vantar á myndini.
Tykkum verður ynskt hjartaliga til lukku við luttøkuni á breytini og blíðan byr.