05.05.2020

Røktar- og heilsubreyt

Sum ein liður í at útvega starvsfólk til eldraøkið gjørdi undanfarni leiðari fyri Nánd, Kristina T. Larsen, avtalu við Fuglafjarðar Skúla um eina  royndarætlan við eini Røktar- og heilsubreyt skúlaárið 2019/2020.

Endamálið við Røktar- og heilsubreytini er at geva næmingum kunnleika í at arbeiða við og læra um m.a. røkt, umsorgan, heilsu, fyribyrging og endurvenjing.

Breytin fevndi um 7 skúladagar við undirvísing og 11 dagar við starvsvenjing á deildunum hjá Nánd.

Innihaldið av undirvísingini fevndi um hesi evni:

  • Tagnarskylda
  • Hondreinføri
  • At eldast
  • Vitjan á Sjóndepilinum
  • Samskifti
  • Umsorgan
  • Lívssøga
  • Demens
  • Fyribyrgjan, rørsla, endurvenjing
  • Stjørnuløtur
  • Hjartastartarar

Tað vóru Annika Breiðaskarð, heilsurøktari og Anna á Reynatrøð, sjúkrarøktarfrøðingur, sum vegna Nánd samskipaðu breytina.

Royndarætlanin við breytini eydnaðist væl, og 4. mai 2020 fingu næmingarnir handað váttan um luttøku á Røktar- og heilsubreytini og í at nýta hjartastartarar.  Ætlanin er, at hetta aftur verður ein valmøguleiki komandi skúlaár.

Ein av næmingunum byrjar á Heilsuskúlanum í Suðuroy, og aðrir hava valt fyrst at fara á Miðnám á Kambsdali og fara møguliga víðari innan røktar og heilsufakið seinni.

 

 

Frá vinstru:  Annika Breiðaskarð, heilsurøktari, Eliza Volynetc, Rebecca Davidsen, Bergljót  Hansen, Karin Áslakksdóttir Gøthe, næmingar og Anna á Reynatrøð, sjúkrarøktarfrøðingur. Sarita Bárðardóttir Mortensen vantar á myndini.

Tykkum verður ynskt hjartaliga til lukku við luttøkuni á breytini og blíðan byr.