15.03.2024

Røðan, ið Odd Eliasen helt á Grækarismessu 12. mars í Miðstaðarlundini

Góðu fuglfirðingar og góðu áhoyrarar!
Varð spurdur fríggjadagin um at halda grækarismessurøðuna í ár. Fyrsti tankin var; hví ólukkan tók eg telefonina, tá Bárður ringdi, og hvussu kann eg sleppa burturúr hesum? Men í sama tanka var eisini felagsskapurin, skótarnir, hornorkestirð, sum ár um ár trúføst hátíðarhalda m.a grækarismessu og flaggdagshaldið.
So tað var tað minsta, eg segði JA. “Einaferð skóti - altíð skóti!”
Havi hug at siga frá eini lítlari stuttligari skótasøgu. Vit vóru tríggir, sum vóru so hepnir at sleppa at seta Úlvungarnar á stovn í Fuglafirði í uml. 1980. Hetta vóru dreingir, sum gingu í 1. til 4 flokk. Vit vóru nógv úti í náttúruni og vóru fleiri túrar við teimum, bæði í tjaldi og til gongu til aðrar bygdir. Skjótt lærdu vit, at tað vóru nøkur avgerðandi tíðarbil. Umframt tað fakliga innihaldið, so ráddi um, at teir vóru steinmettir og útlúgvaðir, tá teir løgdu seg. Á tjaldingartúrunum vestri í Innandals vóru onkrir av úlvaungunum so keddir, at vit noyddust oman aftur við teimum um náttina. Men sum heild, gekst væl.
Tann eina túrin har vit gingu til Oyndafjarðar og gistu í skúlanum, tá var eingin góða mamma. Kvøldið kom, og fleiri byrjaðu at leingjast. Nú vóru góð ráð dýr, serliga tí talan var um fleiri dreingir, sum longdust. Vit vóru eini 25 úlvaungar og tríggir leiðarar. Eitt mikroskop var í skúlanum, og saman við eini blanding av margarini og putur, bleiv hetta smurt á búkin. Hugt varð álvarsliga í mikroskopið, og saman við einari góðari skrøggsøgu, um at nú var alt í lagi, so megnaðu vit at fáa allar dreingirnar í soviposarnar uttan stórvegis hóvasták.
Skótalívið merkir eisini kapping. Tá vit skuldu gera klárt at fara heimaftur, skuldu skúlastovurnar hampast, ruddast og latast aftur í sama standi. Aftur her ráddi um at gera arbeiðið skjótt og gott. Úlvaungarnir úr tí einu skúlastovuni gjørdi so sera skjótt av og boðaðu okkum leiðarum frá, at nú var klárt. Tá vit komu inn at hyggja, tóktist alt at vera í fínasta lagi, inntil ein leiðari spurdi, hvar ruskið var. Tá bleiv alt kvirt. Tí ruskið lá undir teppinum.
Henda søgan livir enn í dag, og eg síggi enn hesi fittu skálkaligu eygnabráðini frá úlvaungunum. Sigast skal eisini, at teir gjørdu tað ongantíð aftur, og helst lærdu teir okkurt eisini.
At savnast liggur í okkum menniskjum, serliga tá ið okkurt er, sum hevur ávirkan á okkum øll. Og oftast tá vit savnast, so er tað fyri at gleðast saman. I dag hátíðarhalda vit tjaldrið - tjóðarfugl okkara. Tjaldrið, sum boðar frá, at várið er í nánd, at dagarnir leingjast, at veðrið batnar og vit hava vón um eitt gott summar og eitt ríkt heyst. Vit gleðast um, at nú kemur lív í eftir ein langan og myrkan vetur. Vit frøðast, tá vit síggja ella hoyra allar flytifuglarnar vitja oyggjar okkara so ótroyttiliga aftur. Vit smírast, tá vit hoyra og síggja kvørkveggjuparið makast og gera klárt til summarið eftir lagna harðbalna veturin í Føroyum.
Tjaldrið ber sama búnan, sum tað altíð hevur borið. Búnin er einfaldur reinur, nossligur og litfagur. Vit ynda henda lit. Vit kenna okkum væl, tá vit ein túr í haganum síggja tjaldrið fara til stroks um túgvur og teigar og hoyra, tað letur í lagdum og giljum. Ikki frítt at tað minnir okkum um nógvu tjaldtúrarnar og hugnan úti í náttúruna sum smádreingir.
Nú tjøldrini koma, síggjast bara nøkur fá saman. Tey eru ferðamóð. Skjótt síggjast smáir flokkar í bø og haga og seinni síggjast stórir flokkar upp til fleiri hundrað. Tey sita kvirr á fjørusandinum ella við vøtn. Legst stórkavi og brim er í fjøruni, hava tey tað ringt - fáa einki at eta. Oftani síggjast tey aftur saman í stórum flokkum. Út ímóti summarmála ( 14. apr.) fara flokkarnir at minka. Tjøldrini eru farin at hugsa um at reiðrast. Nú eru tey mest tvey og tvey saman. Sagt er, at tjaldur hevur fult reiður á krossmessu (3. mai), og vanliga ganga 27 dagar til tað brestur fyri nev.
Seinni á sumri/heysti síggjast tey aftur saman í stórum flokkum. Nú eru tey ikki so mælsk, sum um várið. Skilnaðarstundin nærkast. Um miðjan september flyta tjøldrini suður í onnur heitari lond.
Grækarismessuhaldið hevur nú góð 80 ár á baki, síðani Sverri Pæturson heitti á skótarnar at skipa fyri. Í dag er okkara heimliga ímyndin av grækarismessuhaldinum skótarnir og hornorkestrið. Uttan tykkum, varð einki hald. So hjartans tøkk fyri tað.
Fari eg nøkur ár aftur í tíð, so stendur grækarismessuhaldið frá skúlanum rættiliga klárt. Herluf Bertelsen, sálið, var fastur røðari.
Hátíðarhaldið var hildið í skúlagarðinum, har allir flokkar stóðu lið um lið, meðan Herluf hugleiddi um tjaldrið. Tjóðarímynd og frælsið. Vit heilsaðu tjaldrinum við sangi í vársól eins og vindi , regni og kavaslettingi. Eftir røðuna varð sangurin ” Vár við lýggjum vindi”, sungin. Stóð mangan og hugdi niðan á Blábjørg og eygleiddi kavafannirnar. Hvussu kundi ein kavafonn gráta? Tað skiltu vit, sum vit gjørdust eldri.
Men hví gjørdis tjaldrið ímynd føroyinga av vónini og framburði?
Helst er orsøkin Nólsoyar Páll og tjaldrið í fuglakvæðunum, sum var ímyndin av stríðnum móti táverandi yvirvøld fyri at betra um livilíkindini hjá fólki her á landi. Og hvussu ber tað til, at føroyingar ikki valdu t.d. annan fugl, sum var her alt árið?
Tað kunna vit bert hugleiða um. Men sannroyndin er, at vit eru øll góð við tjaldrið, og at vit helst eisini øll kenna okkum aftur í tí at fara út í verðina fyri síðani at koma heim aftur at byggja land.
Eitt frælsið vit taka fyri givið og kanska hugsa og virðismeta alt ov lítið.
Vit hava tað gott í Føroyum, eitt væl skipað samfelag, har tað er trygt og gott at vaksa upp. Har vit hava møguleikar at leggja okkara framtíð trygt tilrættis. Men hyggja vit rundanum okkum, so er hetta ikki galdandi fyri øll og langt frá tí.
Vit merkja spenningar í heiminum, har lond eru ósamd og ótryggleikin veksur. Kríggj er tætt at okkum. Rusland, Ukraina, Ísrael, Palestina, øll lond, sum vit kenna, sum vit vitja, og sum vit samstarva við. Vit kunnu ikki ímynda okkum teir ræðuleikar, ið verða framdir har hvønn tann einasta dag, meðan vit so sjálvsagt hava tað gott í Føroyum og njóta friðin og ikki minst frælsið.
Hóast vit í Føroyu merkja lítið til veðurlagsbroytingarnar, so síggjast hesar í øðrum londum og heimspørtum. Skal mannaættin hava eitt eins gott lív um 50 - 100 ár, sum vit hava tað í dag, so eru stórar avbjóðingar fyri framman.
Luftin er CO2 dálkað, havið súrnar og hitnar. Vit gerast alsamt fleiri, mangul uppá óveltaða jørð, sum kann breyðføða vaksandi talið av heimsins menniskjum. Metingar siga, at skal allur heimurin hava sama livistøði, sum vit hava í vesturheiminum í dag, so tørvar okkum 3-4 jarðarklótur afturat. Heimsmyndin, sum vit kenna hana í dag, verður fulkomuliga boytt. Tá fólkatal umræður, kunnu vit býta heimin upp í fýra tøl -1,1,1,4. Ein milliard býr í Amerika, ein í Evropa og ein í Afrika, meðan 4 milliardir búgva í Asien. Í 2045 verður mynstrið - 1,1,3,4. Also fara 7 milliardir fólk at búgva rundan um Indiska havið.
Hesi viðurskifti bera boð til okkara, at vit sleppa ikki undan at broyta okkara hugsan og okkara livihátt. Neyðugt er við nýhugsan ella sagt á annan hátt.
” Verðin, vit ynskja í morgin, byrjar við, hvussu vit bera okkum at í dag”.
Er so eingin vón? Jú, sjálvandi er tað tað. Til dømis er havið, sum er meir enn 70 % av klótuni, mest sum ótroytt, so her liggja nógvir møguleikar. Var til eina ráðstevnu í Stavanger, har Kofi Annan, aðalskrivari fyri United Nations, helt eina røðu um støðuna viðvíkjandi mati til heimin. Um alivinnuna í breiðum høpi, segði Kofi Annan:
“I do not ask you to change direction, but I ask you to accelerate progress. We need to work together if we are to overcome world hunger".
Eg biði tykkum ikki broyta rættning, men eg biði tykkum seta ferð á virksemið. Tað er neyðugt, at vit arbeiða saman, um vit skulu klára at basa hungri úti í heimi.
Okkara støða mitt í Atlanshavinum kann heilt víst nýtast, so vit kunnu vera við og taka okkara ábyrgd at breyðføða heimin við heilsugóðum mati í komandi árum.
Fara vit aftur til skótaliftið og skótalógina, har skótin er:
• Sannur í talu og atferð, hann er trúgvur sannur og hjálpsamur.
• Er góður vinur, høviskur og djóravinur. Er lýðin væl hýrdur, sparin og røkin.
• Er reinur í huga, orðum og gerðum og ikki minst, er til reiðar.
Ja, so kunnu vit øll læra nógv av hesum og vera við at skapa ein nn betur bý, eitt enn betur land og eina enn betur verð.
Við vón um eitt gott og friðsælt vár og summar.
Takk fyri at tit lýdd á